
Menninir vóru aftur á vøllinum um vikuskiftið, tá grannarnir í Gundadali hittust í venjingardysti.
B36 vann 2-1 á HB. Málskjúttar vóru Brian Jakobsen og Filip Djordjevic.
Nú er bara ein venjingardystur eftir á skránni undan kappingarbyrjan. Tann dysturin verður í Sørvági ímóti 07 Vestur komandi leygardag klokkan 12.00.
Liðið: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Heini Vatnsdal, Bogi Reinert-Petersen, Mattias W. Joensen – Ragnar Samuelsen, Mattias Hellisdal, Filip Djordjevic – Hannes Agnarsson, Pætur Petersen, Brian Jakobsen
Í seinna hálvleiki komu Bjarti Mørk, Lukas Enevoldsen, Jógvan Gullfoss, Tórur Eið Eliasen, Markus Hellisdal, Benjamin Heinesen, Jóhann H. Joensen, Eli Nielsen, Carl Mikkelsen og Bergur Poulsen á vøllin.