+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

B36 Brunsj sunnudagin 9. mars

B36 Brunsj á ársins fyrsta dystardegi hjá Betri Monnum

Fyrsti dystur hjá Betri monnum í 2025 verður móti NSÍ við Løkin sunnudagin 9. mars kl. 15.00.

Ung sum gomul, Flokksmenn ella bara vanligir fjepparar, hita upp í B36 húsinum, við góðum brunsj, práti og B36 tónum frá kl. 12.30, 9. mars.

Kl. 13.00 koma leikarar á besta liðnum at drekka kaffi saman við fjepparum, og vónandi fáa eyka geist til dagsins dyst, áðrenn teir leggja leiðina til Runavíkar.

Kom og send okkara menn gott avstað áðrenn vit í flokki, ella hvør sær, fara til Runavíkar til ársins fyrsta dyst hjá Betri monnum og fyrsta almenna dyst hjá Jákup Martini.

BRUNSJ MENU

 · Egg og bacon

· Amerikanskar pannikøkur

· Myrkt og ljóst breyð og viðskeri

· Jogurt/skyr og músli

· Frukt og djús

· Kaffi og te

KOSTNAÐUR

75,- kr. fyri vaksin / 50,- kr. fyri børn

TILMELDING

Hjá Sólvá (913536) ella Sissal (226273).

Ella keyp beinleiðis á her á heimasíðuni – BRUNSJ 9. mars