+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Eli er við aftur

Eli Falkvard Nielsen hevur skrivað undir sáttmála við B36 og verður av tí sama partur av besta mansliðnum í 2025.

Stríðshugaði miðvallarin var ikki í fjør. Hann hevur verið illa darvaður av skaða í hælsinuni. Í vetur hevur hann verið við í fyrireikingunum til komandi kappingarár, og uppvenjingin gongur sum ætlað. Vónað verður, at hann verður førur fyri at spæla við fullari megi í mars.

32 ára gamli vágamaðurin hevur verið drúgvur og trúgvur í B36. Síðan 2014 hevur fótbóltsbústaðurin – við onkrum hissini undantaki – verið í Gundadali, og tað var eisini skjótt, at ágrýtni miðvallarin fekk uppiborna viðurkenning fyri sítt arbeiði. Serliga kringur hevur hann verið at bróta spælið hjá mótstøðuliðnum.