Beinta Klemmentsen, Ása Lea Ellefsen Næss og Lilja Debess av Teigum eru við í U16-landsliðshópinum, sum landsliðsvenjarin Eyðvør Jakobsen hevur úttikið.
Seinni í hesum mánaðnum fara tær á venjingarlegu í Íslandi, har tær m.a. skulu spæla ímóti íslendska U15-landsliðnum.
Dystirnir verða spældir á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
Myndatekstur: Beinta Klemmentsen er eisini úttikin