Leygardagin 1. februar verður árligi arbeiðsdagurin í B36-húsinum.
Vit eru so fegin um at hava eitt hús, sum er fult av lívi og virksemi hvønn dag mest sum allan dagin á tamb alt árið.
Tað krevur kortini eisini, at húsið verður hildið – og vit vóna, at tú fer at taka eina hond í tann 1. februar.
Lagt verður fyri við morgunmati klokkan 09:00, og síðan verður sum vanligt farið at smíða, mála, hampa, rudda, vaska og snøgga um húsið.