Eftir tvey ár í útlegd er Markus Hellisdal aftur í barndómsfelagnum. Hann hevur skrivað undir sáttmála fyri 2025.
22 ára gamli verjuspælarin hevur seinastu tvey árini spælt 50 dystir í bestu deildini. Í 2023 spældi hann fyri EB/Streym, og í ár var hann á Skála.
Nú er hann so aftur í B36, har hann fer at kappast um pláss á besta liðnum.