Nógv arbeiðssom fólk eru komin í ungdómsnevndina, sum hevur ábyrgdina av barna- og ungdómsfótbóltinum í felagnum.
Níggju fólk eru nú í nevndini. Tey eru Bergtóra Nielsen, Jóhann í Króki, Paulina Dam, Andrea Bergitta Isaksen, Heini í Skorini, Torkil Jonsson, Lena L. Mohr, Hjørdis Jansdóttir og Bárður Mikkelsen.
Ungdómsnevndin fer saman við høvuðsungdómsvenjaranum at tryggja, at arbeitt verður eftir leistinum, sum er lagdur fyri ungdómsarbeiðið í B36, og annars at seta venjarar til barna- og ungdómsliðini, fáa neyðuga útgerð til vega og annað.
Hornasteinurin í felagnum er sum altíð at skapa vinnarar í breiðari merking í einum sunnum og stimbrandi ítróttaumhvørvi, og vit vita, at hvønn dag eru okkara mongu góðu og nærløgdu eldsálir á vøllinum og arbeiða við breiddini og teimum bestu, so børnini og ungdómurin mennist sosialt og ítróttaliga.
Nevndin hevur skipað seg við Lenu L. Mohr sum forkvinnu, og Hjørdis Jansdóttir sum skrivara.