Hannes Agnarsson hevur skrivað undir tvey ára avtalu við barndómsfelagið.
Kviki vongspælarin hevur verið ein av stuðulsspælarunum seinastu árini, og hann tekur fegin eitt tørn, tá ið nú besta mansliðið skal byggjast upp av nýggjum.
Hannes er 25 ár. Hann hevur higartil spælt 182 dystir og skotið 31 mál fyri B36.
Hann er eisini skrásettur fyri níggju landsdystir.