+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Ragnar kemur heim

Ragnar Samuelsen fer nú aftur at spæla fyri barndómsfelagið B36.

– Ragnar er ein raskur og fjølbroyttur spælari, sum altíð er sinnaður at fara undir tað harða arbeiðið. Ragnar kennir eisini felagið innanífrá, so hann er ein týdningarmikil spælari at fáa í hópin, sigur Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari í B36.

Ragnar er 25 ár, og hann hevur fyrr spælt 110 dystir fyri okkara besta manslið í alt.

Seinastu tvey árini hevur hann spælt á Toftum, har hann var ein av stuðulsspælarunum. Eitt skifti í 2019 royndi hann seg eisini í EB/Streymi, tá Jákup Martin Joensen var venjari har.

– Tað kennist gott at vera heima aftur í B36-húsinum, og eg eri spentur at fara undir hesa spennandi avbjóðingina, sigur Ragnar Samuelsen.

Avtalan er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.

Herfyri skrivaði miðverjin Heini Vatnsdal eisini undir sáttmála við B36.