+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Gjørdu bart í Hoyvík

Næstbesta mansliðið vann grannauppgerðina í Hoyvík í gjár og lyfti seg samstundis upp á sætta plássið í røðini.

Úrslitið var 4-2, og 18 ára gamli Dávid Høgnason Viderø var stóri maðurin. Framherjin skeyt trý mál, og hann hevur nú skotið sjey mál í átta dystum í næstbestu deildini, síðan hann kom aftur eftir uppihaldið í Vágum fyrr í ár.

Hitt málið skeyt Jeremiah Okornoe.

Fýra dystir eru nú eftir at spæla í næstbestu deildini. Komandi vikuskiftið vitjar næstbesta liðið hjá NSÍ í Gundadali.