
Í annaðkvøld spæla kvinnurnar aftur finalu í minnu steypakappingini. Mótstøðuliðið er Skála, og fyrireikingarnar ganga væl, sigur Eliesar Olsen, høvuðsvenjari.
– Vit spældu sunnudagin og møttu so inn í gjárkvøldið fyri at síggja, hvussu vit eru fyri. Vit hava eisini nærhugt onkrar dystir, sum Skála hevur spælt. Vit hava ikki spælt ímóti teimum í seinnu kappingarhálvu, so tað verður spennandi, heldur hann.
Kvinnurnar vunnu minnu steypakappingina í fjør, og tað er altíð ein minnisríkur varði at fáa eitt steyp í húsið, eisini hóast talan er um eina minni kapping.
– Vit skulu altíð arbeiða fram ímóti at enda ovast, har vit kappast. Vit høvdu ein sera góðan finaludag í fjør, men hesaferð halda vit tað vera óheppið og illa fyriskipað at spæla eina finalu bara tríggjar dagar eftir ein landskappingardyst. Vit spældu sunnudagin, vandu mánadag og spæla so aftur mikukvøldið. Tað er ikki optimalt og krevur nógv av okkum, men vit eru sjálvandi til dystin fús, sigur hann.
Kvinnurnar rokna við einari javnari steypafinalu. Seinast hesi bæði liðini spældu vann B36 við máli, sum Livyan Silva skeyt. Tað var tann 12. juni í ár.
– Skála hevur styrkt seg við fleiri leikarum síðan, men vit hava ein góðan hóp við dugnaligum spælarum á øllum plássum. Og vit uppliva aftur og aftur, at okkara spælarar koma inn og gera mun. Hetta eru tvey spennandi og ung lið, har bæði feløgini leggja nógva orku í gentu- og kvinnufótbóltin, sigur hann.
– Vit fara at geva alt, sum vit hava, so vit aftur kunnu fáa eitt steyp í B36-húsið, sigur Eliesar Olsen.
Dysturin millum B36 og Skála verður á Tórsvølli mikukvøldið klokkan 19.00.
B36-húsið verður opið frá 17.30. Umframt andlitsmáling, verða vafflur, kaffi og saft eisini at fáa.
