+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

William í fremstu røð

Í summar skifti 19 ára gamli William Rygaard til B36.

Arbeiðssami framherjin hevði í longri tíð vant við besta liðnum hjá danska meistarafelagnum AGF, men hevði trupult við at fáa spælitíð. Nú fær hann minuttir í beinini í fremstu røð her – sum fremsti maður í B36.

– Skiftið til B36 og Føroya hevur verið áhugavert, og eitt rætt stig at taka. Eg kenni á mær, at eg mennist so hvørt, og eg eri vorðin partur av einum liði, har eg kann gerast enn betri, sigur hann.

Tað er eisini okkurt, sum er komið óvart á hann.

– Eg eri serliga ovfarin av støðinum og kvalitetinum í felagnum. Allir spælararnir hava ein hvassleika, bæði undir dysti og venjing, og tað er við til at skapa eitt sera gott umhvørvi, heldur hann.

Í dag spæla William og hinir ímóti B68 í Gundadali. Sjey dystir eru eftir at spæla, og nú ræður um at halda fast í oddastríðnum.

– Vit ætla okkum á vøllin við fult av orku og góðum hugburði. Vit skulu spæla sum eitt lið, arbeiða beinhart fyri hvønn annan og gera tað, sum vit eru góðir til. Vit vilja eisini seta okkara dám á dystin og fáa eitt gott úrslit, sigur hann.

Dysturin millum B36 og B68 byrjar klokkan 15:00.