+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Jákup Martin takkar fyri seg – Jákup tekur yvir

Jákup Martin Joensen hevur í dag tikið avgerð um at takka fyri seg sum venjari hjá besta mansliðnum. Jákup á Borg, sum seinasta árið hevur verið ítróttastjóri í B36, tekur við sum høvuðsvenjari restina av kappingarárinum.

Jákup Martin hevur biðið um at vera loystur úr starvi, tí hann heldur hetta vera rætta høvið, at spælarahópurin fær nýggjan íblástur.

– Spælararnir hava við stórum ágrýtni spælt seg í eina góða støðu, men samstundis sigur tað seg sjálvt, at úrslitini og avrikini ikki hava verið nøktandi seinastu tíðina. Tað er rætta avgerðin fyri bæði felagið, spælararnar og meg sjálvan, at Jákup nú tekur yvir, sigur hann.

Jákup Martin Joensen hevur verið venjari síðan november 2024, og arbeiðssetningurin hevur verið at flyta B36 upp aftur í oddin í føroyskum fótbólti, meðan fleiri av okkara ungu spælarum skuldu fáa møguleikan at vísa seg fram. Tað hevur hilnast væl, og í summarsteðginum er liðið á triðja plássi í landskappingini.

– Eg havi verið sera takksamur fyri møguleikan at venja B36 og fyri tann stóra stuðulin, sum eg havi fingið frá øllum í felagnum hesa tíðina. B36 er á rættari kós, men tíðin krevur, at annar íblástur skal til fyri at koma enn longur fram á leið, sigur Jákup Martin Joensen.

Tað er við góðum áræði, at Jákup á Borg tekur við sum høvuðsvenjari restina av kappingarárinum. Sum ítróttastjóri er tað lætt at fara í hendan leiklutin restina av árinum, meðan nevndin so smátt fer undir arbeiðið at leggja kappingarárið 2027 tilrættis.

– B36 er sum hjartablóð, og hesa uppgávuna taki eg fegin á meg. Grundarlagið er gott, sum Jákup Martin og spælararnir hava bygt, og við stóru arbeiðsorkuni og potentialinum, sum er í hópinum, so eri eg sannførdur um, at vit fara inn í eitt spennandi tíðarskeið, sigur hann.

Hetta er aðruferð, at Jákup á Borg verður høvuðsvenjari í B36. Fyrru ferð var frá 2017 til 2020, tá menninir vunnu steypakappingina og stóðu seg væl í evropeiskum kappingum.

B36 takkar hjartaliga Jákup Martin Joensen fyri drúgvu tøkini, sum hann hevur tikið í B36-húsinum hesa tíðina og ynskir honum alt tað besta frameftir.