
Silas Eyðsteinsson skrivaði seinnapartin undir nýggjan sáttmála við B36. Avtalan er galdandi fyri kappingarárini 2027 og 2028.
Fyrrapartin var kunngjørt, at Silas er við í landsliðshópinum, sum skal spæla Baltic Cup í juni. Tað var viðurkenning av, at hann hevur verið millum bestu spælararnar í føroysku kappingini í ár.
Í góðum og tøttum samstarvi við málmansvenjara okkara, Hans Jørgensen, hevur 28 ára gamli vágamaðurin gjørt sjónlig framstig seinasta árið, og avrikini hava verið góð.
– Eg trívist sera væl í B36 og fegnist um álitið, sum felagið hevur víst mær. B36 er á einari spennandi ferð, og henni vil eg fegin vera partur av. Av tí sama ivaðist eg ikki, tá eg fekk møguleikan at halda fram, sigur landsliðsmálverjin.
Silas skifti til B36 í 2023, og hann hevur spælt regluliga á besta liðnum síðan á heysti 2024.
Avtalan, sum Silas hevði við B36, fór úr gildi eftir kappingina í ár. Jákup á Borg, ítróttastjóri í B36, heldur, at málverjin er ein sjálvsagdur partur av ætlanunum, sum felagið hevur lagt fyri framtíðina.
– Silas er ein støðufastur og álítandi málverji, sum við góðum hugburði leggur nógv fyri hvønn dag. Silas telist millum teir allarbestu føroysku málverjarnar, og vit fegnast um, at hann verður við í arbeiðinum at flyta B36 upp aftur í oddin í føroyskum fótbólti, sigur Jákup á Borg.
