
Okkara kvinnur í 1. deild spældu í vikuskiftinum móti samanlagda liðnum EB Streymur/Hoyvík.
Gestirnir høvdu bara 9 spælarar, tá dysturin skuldi byrja, og tí var avrátt, at venjarin hjá EB/Streymur/Hoyvík stóð í mál, og at tær læntu ein útispælara frá B36.
B36 vann 3-0.
Sofía H. Magnussen legði okkum á odda eftir 25 minuttir, og Bára T. Poulsen økti um leiðsluna við tveimum málum í seinna hálvleiki. Málini komu eftir 70 og 80 minuttir.
Við sigrinum komu okkara gentur aftur á sporið eftir tvey sera tepur tap ímóti tveimum av teimum sterku liðunum í deildini.
Fyri tveimum vikum síðan taptu okkara gentur tepurt 2-1 fyri FC Suðuroy á Tórsvølli, og síðsta vikuskiftið taptu tær 1-0 fyri KÍ í Klaksvík. Báðir dystirnir vóru sera javnir og intensir, og úrslitið kundi lættliga verið heilt øðrvísið, um hepnið var við okkara gentum.
Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógvar ungar kvinnur hava valt at taka gaggurnar fram aftur í ár eftir fótbóltssteðg í nøkur ár. Hesar eru nú á okkara næstbesta liði saman við spælarum, ið ikki fáa fulla spælitíð á besta liðnum, og við U16 leikarum, sum hava áræði og evnir at royna seg longri uppi í deildunum.
Okkara kvinnur eru nú nummar fýra í deildini við seks stigum fyri fýra dystir.
Næsti dystur verður á útivølli ímóti ÍF.
Um tað eru kvinnur, sum hava hug at spæla við okkara næstbesta liði, so eru tit hjartaliga vælkomnar. Venjingartíðirnar eru mánadag og mikudag klokkan 18:45. Eru spurningar, so kunnu tit seta tykkum í samband við venjarin Andras Nolsøe á telefon 221563.
