
14. 5. 26, HB – B36 3-0 (1-0)
Fyri góðum tveimum vikum síðani sá einki út, tá vit seinast hittu HB. Støðan var nógv til HB og lítið til okkum. Leggi lítið í at eftirkanna, hvat støðan faktisk var, tá vallarljósini sløknaðu klokkan 22, sum tey jú gera. Tá vóru spældir góðir 88 minuttir. Í óivaðnum hvat nú skuldi gerast fór dystarklokkan framvið 90, og tá var skjótt, at venjarar og dómari vórðu samdir um at floyta dystin av. Hetta var dagin eftir, at menninir eisini taptu í steypakappingini á HB, og at síggja grannan skora yvir 10 mál uppá tvey døgn hevði Várharra aldrin funnið uppá at revsa, tí ringasta syndaranum við. Áh den ólukka.
14 dagar eru nógv í fótbólti, tí liðið var sum hamskift. Longu í upphitingini sást, at seinasta dystin vildu genturnar ikki hava hangandi á sær. Besta upphiting í ár, helt Andras fyri áðrenn dystarbyrjan.
Onkur broyting var á liðnum. Marta varð flutt upp á miðjuna at spæla saman við Lilju og Ragnhild. Marin, Bára S. og Elsa Anna vóru í miðverjuni við Portiu aftanfyri seg. Maia og Sesillia á hvør sínum bakki og so vóru Ester og Bára P. ovast.
Tað vóru vit, sum høvdu bóltin meira ta fyrstu løtuna. Og mistu vit hann so riggaði pressspælið avbera væl. Tað er altíð gott at síggja, ein mótstøðuleikara avlevera bóltin út av síðulinjuni, tí hon sær sær ongan annan møguleika at sleppa av við bóltin. So við og við fekk HB bóltin meira. Tær komu í onkra hendinga spenta støðu, men ongantíð til nakran heilt stóran kjans. Marta fekk ein fót á tað mesta, og tað hon ikki fekk, tók verjan sær av. HB royndi at stinga bóltar upp ímillum verjuna, men tær fingu lítið burturúr. Portia fangaði fleiri, og hinir blivu vardir út til málspark. Serliga var stuttligt at síggja ovurstóra smílið í Marin, tá hon ferð eftir ferð, vann bóltin frá bóltin frá barndómsvinkonuni og landsliðsleikaranum Súsannu.
Størsta kjansin fingu vit, og var tað aftur pressspælið, sum riggaði væl. HB royndi at spæla stutt í verjuni, men Ester var á teimum umgangandi. Tær vórðu noyddar at sparka langt, Ester leyp fyri, og vóru vit bara eitt lítið sindur heppin, hevði bólturin skrúða seg beint inn um stongina, men hann fór í síðunettið.
Tað er lætt at verða rivin við, tá tað gongur eftir vild, og sum onkuntíð áður, mátti tvøramaðurin á bonkinum minni okkum og seg sjálvan á, at hann varð ikki illur. Hann varð bara ivrigur. (Undirritaði bleiv eisini nakað ivrigur onkra løtu.)
Vit sluppu tó ikki til hálvleiks við reinum máli. Langt inni í yvirtíðini fekk HB horna. Vit ruddaðu ikki ordiliga burtur, og so stóð Fríða Jacobsen, sum í gjár var liðskipari hjá HB, frí.
1-0, men kortini ein frálíkur fyrri hálvleikur.
HB skifti Brá Zakariasardóttir og Lisu Haraldsen, báðar landsliðsleikarir, inn í hálvleikinum, so tað kann ikki tulkast sum annað, enn at tey vóru ikki nøgd við fyrra hálvleik. Men tað broytti ikki dystin tað stóra. Okkara stóðu enn líka væl.
Nakað inn í seinna hálvleik var allur HB bonkurin á gosi. Elsa Anna skuldi rudda bóltin burtur, onkur leyp fyri, og bólturin brast í hondina á Elsu Annu. Brotspark, ivaðust tey ikki í á HB bonkinum. Men dómarin metti tað var úr so stuttari fjarstøðu, at hasum kundi Elsa Anna ikki verja seg fyri, so dómarin lat ikki við seg koma. Rætt hevði hann. Tað var úr stuttari fjarstøðu, men gudarnir skulu vita, at hevði sama støðu verið í hinum endanum, høvdu vit rópt minst líka hart. Tí skulu vit ikki lúgva okkum frá. Oyðin úr norðara enda var til at skilja, tí hetta var sum so størsti kjansur HB hevði fingið higar til.
Okkara hava onkuntíð havt trupulleikar at fylgja við, tá hitt liðið spælir hart, og um tað ikki er komið fram í frásøgnini enn, (Undirritaði skrivar ikki altíð í kronologiskari raðfylgju) lat tað so vera vist, at hendan dystin sást tað ikki aftur. Tær stríddust og bardust sum ongantíð áður. Júst sum tú eigur at gera í einari grannauppgerð i Gundadali. Og orsakið mær orðingina, nú sama dag løgtingið hevur samtykt lógaruppskot um, at kvinnur kunnu rópast kvinnur, men tær av álvara mannaðu seg upp! So mikið hart stríddust tær, at brádliga rópti eitt av norðara bonki eftir dómaranum: “Tú má verja leikararnar hjá okkum!” Hesin hevur neyvan verið til nógvar dystir millum B36 og HB.
Júst sum vit livdu í vónini, at vit kanska kundi stjala eitt stig, slerdi HB til. Elin Maria Isaksen var hægst eftir eitt fríspark í síðuni, og so varð 2-0 nú tað bara manglaðu 3 minuttir av vanligu leiktíðini. Nú vóru okkara eisini troyttar, og fyrstu ferð í dystinum varð pláss mitt fyri, og Julia Naomi Mortensen var eirindaleys og smekkaði bóltin oman í longra horn.
2-0 og 3-0 uppá fáar minuttir. 1-0 hevði verið vakrari, men lat tað ikki taka nakað frá innsatsinum hjá gentunum.
Tað var ein fragd at síggja hvørja tí einastu eina av teimum geva alt tær áttu. Vit vistu tað fór at vera hart, so vit máttu vera harðari. Fyri 14 døgum síðani vórðu vit so húðflongdar. Í dag iðraðu vit okkum um, at vit ikki tóku stig frá grannanum, og birtist samstundis ein vón, um at hví skuldi vit so ikki eisini klára tað ímóti øllum hinum í deildini? Spæla vit soleiðis hvønn dyst, so verður tað stuttligt at fylgja við kvinnunum restina av árinum. Tær eiga at vera sera stoltar av hesum avrikinum. Tað vóru vit, venjarnir, so heilt sikkurt. Lat ongan iva vera um tað.
Næsti dystur er í komandi við ímóti 07 Vestur í Gundadali í steypakappingini.
#Renniðgentur
