+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Fara nú undir miðróðurin

Menninir fara í dag undir seinna triðingin í ársins landskapping. Teir eru á Skála seinnapartin, og har skulu teir royna at halda fast í gongdini, sum hevur verið.

– Sum lið eru vit væl nøgdir við at vera ósigraðir eftir fyrsta triðingin, men vit vita, at tað eru lutir í spælinum, sum betrast skal um, sigur Rói Hansen og hugsar millum annað um offensivu deyðbóltsstøðurnar.

22 ára gamli vongverjin kann í dag spæla fyri 35. ferð á besta liðnum.

Rói var fyrstu ferð við fyri tveimum árum síðan. Tann 9. mai 2024 var hann innskiftur, tá B36 vann 3-2 á NSÍ eftir longda leiktíð í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.

– Hetta hava verið tvey spennandi og lærurík ár, har eg havi ment meg nógv sum fótbóltsspælara, heldur hann.

Í dag er uppgávan at vinna øll stigini á Skála, og sum kappingin hevur víst higartil, so skal ikki roknast við nøkrum løttum dysti.

– Skála eru ikki lættir at syfta, og teir eru í góðum stima í løtuni. Vit vita kortini, at um vit halda okkum til dystarætlanina og leggja nógv fyri, so eiga vit at vinna dystin, sigur hann.

Leikarastuðul hjá Róa Hansen er Dygdarverk.