+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Eitt vanligt mikukvøld í Gundadali

Veðrið var av tí allar fagrasta mikudagin. Ein ørgrynna av børnum vóru til venjing á niðara vølli og uppaftur fleiri vóru á Tórsvølli. Ein av teimum heilt góðu mikudøgunum, sum uppá allar mátar líktist akkurát øllum øðrum mikudøgum.

Í ár er av álvara ferð komið á arbeiða við at skapa eina sunna og góða kvinnusíðu í felagnum. B36 skal vera eitt stað, har eisini kvinnur mennast, trívast og vilja spæla. Tí er týdningarmikið, at tað er stuttligt at vera her. Vit hava jú eitt gamalt slagorð, ið sigur tað sama. Og tað var við tí í huga at dagsins venjing bleiv skipað. 

Gott 25 gentur vóru komnar til dagsins venjing. Hergeir stóð fyri einari stuttligari upphiting og so varð skipað fyri kapping. Átta lið við trimum leikarum og fyri hvørt umfar, vórðu øll liðini blandaði av nýggjum. Eitt stig var givið fyri at vinna ein dyst og onki fyri at tapa. Endaði tað á jøvnum skuldi dysturin avgerast við stein, saks, pappír. Tá var ofta trýst á gentunum. Eftir 10 umfør, óteljandi nógv mál og alskyns samansetingar av liðum var tað Lilja, ið hevði skavað sær flest stig saman. Hon vann átta dystir.

Hóast nátturðin var klárur inni í B36 húsinum, vóru tað fleiri, ið ikki vildu inn, men valdu heldur at fínpussa sær fríspørkini, innleggini og brotspørkini. 

Í 1989 smíðaði Ray Oldenburg eitt nýtt hugtak, hann rópti ‘third places’. Heimið og arbeiðsplássið/skúlin vóru fyrsta og annað staðið. Triðja staðið var har, vit hittast. Hann brúkti kaffistovur, viðarlundir og barrir sum dømi. Tað er har vit finna okkara samleika, gera av við einsemi og skapa sambond. Heimurin verður meira og meira digitalur, og uttanlanda vísa fleiri kanningar, at ungdómurin kennir seg einsamallari nú enn nakrantíð áður. Tí eru tey triðju støðini enn líka týdningarmikil og fyri so mong er B36 okkara triðja stað. 

At hoyra láturin, síggja gleðina og merkja rómin, ið var á Tórsvølli hendan dagin var so sanniliga ein góð áminning um, hvussu nógv eitt fótbóltsfelag kann geva aftur, og hvussu týdningarmikið tað er, hjá hvørjum einstøkum at hava eitt stað saman við øðrum, ið ganga upp í tað sama sum tú. So er líka mikið um tú er komin úr Ghana, Brasil, Hoyvík ella Havn, tí B36 eru vit saman um. 

Eftir venjingina var borðreitt við pitabreyð, køku og drekkamunni. Lagið var líka gott inni sum úti. Væl var etið, so at siga alt uttan høsnarungin var uppi. Kvinnur og menn hava ofta ymiskar matvanar. (ikki tí, undirritaði skal ikki klaga. Nokk av proteinum eftir til mín.)

Eliesar er stórfjeppari av einari góðari kvis, so undirritaði tók uppgávuna á seg at skipa fyri. (Kvissin verður viðheft onkustaðni, tá eg havi funnið út av tí tekniska.) Evnið var venjarar og leikarar á liðnum, og hvør einasti spurningur var væl grundaður og tingaður, men kortini fekk ongin fult stigatal. Tað eru heldur ikki øll, sum vita nær William Heinesen doyði, so tað eru tær fyrigivnar. Tá alt kom til alt, vóru tað tær tríggjar, Livyan, Jiselle og Portia saman við Sáru og Báru sum tolkar, ið vunnu. Og soleiðis kom enn ein góður dagur í Gundadali at enda. 

Fyri so mong okkara eru Gundadalur og B36 húsið blivið til okkara triðja stað. Har mennast vit, búnast vit, kveikja vinarbond, skapa okkum minnir og so við og við verður B36 ikki bara har, vit sparka og hittast til fótbólt sunnudag klokkan 15. B36 verður partur av sjálvum samleika okkara. 

Tí B36 er nógv meira enn bara eitt fótbóltsfelag.