
03.05.26: Skála – B36 3-0
At hyggja út á sjógv undir Mýruhjalla sunnudagin var stilt. Eitt lítið lot eftir vøllinum, so góður terri var eisini á Skála. Frálíkt fótbóltsveður. Eftir tveir strævnar dystir ímóti FM biðlunum báðum, KÍ og HB, vóru vónirnar góðar til dystin inni á Skála. Í landskappingini hava vit havt gott tak á teimum, so tað var sjálvsagt, at vit ætlaðu okkum stig. Men kvinnurnar sigla í tungum sjógvi fyri tíðina, og tá er bara eitt at gera. Hald kósina.
Portia vardi málið. Ester Ellingsgaard var flutt aftur á høgra vongbakk, so Sesilia var flutt út í vinstru. Millum tær spældu Marta, Bára S. og Elsa Anna. Jasmin var við aftur á miðjuni. Saman við henni vóru Lilja og Ester Vang. Uppi í álopinum spældu Bára P. og Ragnhild.
Tað var Skála, ið legði betri fyri. Fyrstu løtuna áttu tær dystin, og skuldu okkara líka fóta sær. Skála leyp eisini ein hvøkk á okkum beinanvegin, tá ein Skála leikari bara manglaði at seta innarusíðu á, men Ester var vaks og fekk rudda bóltin burtur á strikuni.
Tá vaknaðu vit og spældu okkum meira og meira inn í dystin. Serliga Ragnhild var væl uppløgd, og var hon ein støðug hóttan ímóti Skála verjuni. Fekk hon ikki skot á, so vann hon hornaspørk. Og nú vit snakka um hornaspørk, so var tað ein fragd at síggja, at tað sama vit brendu okkum so illa ímóti KÍ, nú einans sjey dagar seinni, var okkara sterkasta vápn. Fyrsta hornaði lá væl við afturi stong, men vit vóru akkurát ov stuttar at seta hann inn. Seinni fekk Ester høvdið bóltin, men málverjin bjargaði væl. At hon skuldi skalla bóltin so væl, trúði hon nóg illa sjálv, tí hon fór flennandi uppá pláss aftur á høgra vongbakkin. Løtu seinni var aftur vandi á ferð eftir horna, tá ein bóltur datt fyri føturnar á somu Ester, men ólukkutíð, fór bólturin skeivu megna stongina.
Men so gekk, sum tað so ofta ger í fótbólti. Tá tú ikki tekur av tínum møguleikum, jamen, so ger mótstøðuliðið tað ístaðin. Skála fekk eitt innkast í høgru. Tær kasta bóltin aftur eftir síðulinjuni. At síggja til púra ófarligt. So ófarligt, at Eliesar, ið hevði verið út við onkrum boðum, vendi sær fyri at finna sess á bonkinum. Ta tíð, tað tók honum at seta seg niður, hevði Skála sparka bóltin høgt innfyri. Okkara høvdu ikki talt upp, og so stóð Birna Mikkelsen leys, og stútaði bóltin út í longra horn.
1-0, og Eliesar sá ikki eingongd málið.
Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki tók Skála yvir aftur. Málið mundi endurtikið seg, tá sama støða kom fyri aftur, men hesa ferðina fór bólturin upp um. Løtu seinni bleiv ein Skála leikara frí í høgru, men Portia bjargaði væl niðri við nærmaru stong. Stutt eftir kom Portia út at neva ein bólt burtur, men ein Skála leikari og Ester ætlaðu sær eisini bóltin, og í samanstoytinum lá hin síðstnevnda eftir á. Hon lá leingi, so tað sá svart út, tí Ester plagar ikki at gremja seg um nakað. Tíbetur fekk Andras hana á føtur aftur, og Ester gjørdi, sum allir rættir menn áttu at gjørt. Hon græt seg lidna, turkaði tárini og varð til reiðar at herja á aftur í seinna hálvleiki.
Og hon so gjørdi. Fyrstu løtuna var hon eyðsýnd. Beinanvegin fekk hon bóltin flatt innfyri, har Bára P. akkurát ikki rakk. So smekkaði hon bóltin í síðunettið. Vit komu í fleiri góðar støður, men ongantíð kom meira burturúr, og so var júst sum fyrra hálvleiki, tá vit fingu eina áminning á, at hetta enn er eitt ungt og óroynt lið, og stundum kostar tað mál. Vit mistu bóltin á miðjuni, og so slapp Sunnvá Fagradal ótarnað at renna ímóti málinum og so var 2-0.
Tá tók liðskiparin bersøgin orðið og gav greið boð. “Gerið hatta fokking frísparki!” Rætt var, eitt lítið fríspark á miðjuni, so var hatta málið aldrin skorað. Tað skulu ungu leikarinir nokk læra við tíðini.
At standa ímóti tá illa gongur og reisa seg aftur eftir eitt slíkt mál kemur krevur eisini royndir. Nú fór luftin úr ballónini og av tí sama fekk Skála økt til 3-0, tá uppdekkingin hjá okkum heil kiksaði eftir eitt innlegg.
Seinastu minuttirnir gekk dysturin mestsum í tómgongd, so nógv meira hendi ikki.
Komandi vikuskifti hava kvinnurnar frí. So nú fáa tær eina løtu at anda og summa seg í eftir eina óvanliga drúgva viku. Tríggir dystir, tríggir ósigrar og onki mál skotið uppá sjey dagar. Men soleiðis er at spæla fótbólt. Tað slepst ikki, at okkurt tíðarskeið er tungt. Tað einasta, ið er vist, er at vend fer at koma í. Vit skulu bara halda á.
#RenniðGentur
