
Í kvøld verður oddadystur í Gundadali, tá B36 og NSÍ fara at stríðast um oddasessin í Meistaradeildini. Samstundis skulu menninir reisa seg aftur eftir ósigurin í steypakappingini mikudagin.
23 ára gamli Mattias Weihe Joensen sigur, at spælarahópurin hevur í eftirmetingini roynt at fingið sum frægast burturúr dystinum ímóti HB.
– Vit vóru vónbrotnir av úrslitinum. Hóast tapið eru tað, sum í øllum dystum, eisini ting, ið vit kunnu læra av, bæði góð og minni góð, sigur Mattias.
Í kvøld eru runavíkingar í Gundadali. Bæði liðini eru framvegis ósigraði í landskappingini, og tað er av tí sama lagt upp til ein lívligan dyst.
– NSÍ er eitt gott lið, so vit vænta okkum ein torføran dyst. Vit eru væl fyrireikaðir til dystin, og vit fara at geva alt tað, ið vit hava, fyri at røkka einum góðum úrsliti. Og so vóna vit, at nógv viðhaldsfólk verða í Gundadali og stuðla okkum, sigur hann.
Leikarastuðul hjá Mattias Weihe Joensen er Trygartøkni.
