+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Við spæligleði á Skála

Seinnapartin spæla kvinnurnar á Skála, og undan dystinum hava bæði liðini trý stig. Úrtøkan hjá B36 hevur higartil verið misjøvn, hóast tey flestu roknaðu við, at avrikini fóru at sveiggja nakað, ásannar høvuðsvenjarin.

– Vit høvdu viljað havt fleiri stig. Vit missa eitt stig í evstu løtu ímóti NSÍ, og vit eru framvegis ikki nóg mótstøðuførar ímóti hinum toppliðunum. Vit hava sett okkum fyri í ár at standa okkum betri ímóti toppliðunum, men við stóru útskiftingini á liðnum, so vita vit eisini, at tað fer at taka tíð, sigur Eliesar Olsen.

Í venjaratoyminum arbeiða tey fyrst og fremst við at fáa ment eitt gott og spennandi umhvørvi, bæði fyri besta og næstbesta liðið.

– Vit vilja og hava brúk fyri, at fleiri kvinnur sparka í B36, og hetta halda vit vera eitt umráðandi stig at taka. Hugsa vit um besta liðið, so er størst fokus á at samanspæla liðið og nýggju spælararnar og finna røttu javnvágina, sigur hann.

Seinnapartin eru kvinnurnar á Skála, og venjarin roknar við einum tøttum dysti.

– Allir dystirnir vóru tættir, sum Skála og B36 spældu ímóti hvør øðrum í fjør. Vit fara eftir trimum stigum og at finna spæligleðina aftur eftir tveir strævnar dystirnir ímóti FM-biðlunum KÍ og HB, sigur hann.

Koyrið á!