+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Fótbóltur er eitt løgið spæl

Dystarfrásøgn, KÍ – B36, 26.04.26

Lat tað verða sagt beinanvegin, at hetta fer at ljóða nokkso løgið, og í beinari andsøgn ímóti sær sjálvum, men hóast dysturin endaði 9-0, so var hetta ein tann besti dysturin okkara hava spælt. At KÍ fór at hava bóltin fyri nógv tað mesta, var okkum greitt frammanundan og høvdu vit av tí sama eisini fyrireikað okkum til tað. Fyrireikingarnar høvdu gingu so mikið væl, at genturnar vóru spentar at fara til Klaksvíkar at royna seg ímóti yvirmaktini.

Liðið var skert, men vit kenna so at siga ikki til annað, so tað skuldi ikki nerva nakran. Portia vardi málið, Elsa Anna, Bára S. og Marta spældu tríggjar í miðverjuni, so Maia og Sára á hvør sínum bakki. Frammanfyri tær stóðu Ester Elling, Sesilia, Ester Vang og Emma í eini flatari ketu á miðjuni. Bára P. var einsamøll uppi í álopinum.

Tað er eitt gott ár síðani, vit seinast vóru í Klaksvík. Tá gingu ikki fleiri enn 20 sekund, so var bólturin í málinum. Tað var so fyrsta punktið á to-do listanum. Og tað gekk, so tað kann bara metast, sum ein góð byrjan upp á dystin.

Fyrstu 10 minuttirnir gingu eisini væl. Okkara stóðu væl í verjustøðu, vóru raskar at fylla tómrúmini og forðaðu KÍ at spæla seg upp eftir síðunum, sum tær eru so vanar at gera. So tær royndu at spæla seg upp eftir miðjuni, men hvørja ferð endaði bólturin vandaleyst inni hjá Portiu. Soleiðis gekk stóru partur av fyrra hálvleiki, men gløggi lesarin hevur sæð, at tá fimm minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki var støðan 3-0 til KÍ, og var tað tí, at okkara hava ein veikleika, vit ikki kunnu lúgva okkum frá.

Hornaspørk.

1-0, 2-0 og 3-0 vóru øll eftir hornaspørk, og verða tey tí øll samlaði saman her.

Fyriuttan hesi hornaspørkini hevði KÍ mestsum ongar málmøguleikar. Tær sendu onkran bólt djúpt, ið bleiv ov langur, og so var okkurt hissini skot, ið Portia lættliga tók sær av. Nú okkara høvdu arbeitt hart í ein hálvleik fór orkan at dragna eitt sindur, og drálar tú bara eitt vet ímóti so góðum liði sum KÍ, ja so verður tú revsaður. Fyrst langaði Durita Hummeland eitt langskot úr 25 metrum heilt upp í hornið. Síðani endaði Eyðvør Klakstein eyðkenda KÍ uppskriftina av álopum við at leggja bóltin heilt upp í hitt hornið, og at enda vísti Sólja Ernstsdóttir okkum, hví hon er besti áleypari í Føroyum, tá hon fyrstu ferð slapp leys av verjuni.

6-0 í hálvleikinum og boðskapurin var einfaldur til seinna hálvleiki. Blívið við at arbeiða fyri hvørjari aðrari. Blívið at hjálpa hvørjari aðrari.

Seinni hálvleikur líktist nógv fyrra hálvleiki. KÍ royndi at sleppa oman eftir síðunum, men okkara stóðu væl. Sesilia og Ester Vang stóðu ferð eftir ferð fyri, tá KÍ royndi at sleppa ígjøgnum miðjuna og royndu seg við skotum úti frá kastaðu verjan ella Portia seg fyri. Tað sá heilt gott út, men so var tað hasi hornaspørkini. 

Tær sparka innfyri, og Portia var ikki nóg neyv og misti bóltin í málið. At ein málverji kostar okkurt mál ígjøgnum eitt kappingarár kemur meira enn so fyri. So vit gleðast um, at einasti feilur Portia hevur gjørt var til 7-0 og ikki 1-0. Næsti bóltur, sum allir málverjar læra at hugsa.

Ein av lyklaleikarunum hjá KÍ, landsliðsleikarin Tórunn Joensen, hevði ikki gjørt nógv um seg úti í vinstru síðu. Hon slapp ikki oman á baklinjuna, sum hon er von at gera, tí Maia Thomsen, ið spældi sín fyrsta dyst frá byrjan í Meistaradeildini hevði stongt síðuna av. Um Tórunn hevði ásannað at slagið var tapt, og tí royndi seg við einum djúpum innleggi, skal undirritaði ikki gera seg klókan uppá, men ístaðin fyri at bjóða av sparkaði hon bóltin innfyri. Portia og ein KÍ’ari brustu saman, stundum er sæð at slíkur samanbrestur verður floytaður fríspark, men lat fara, og so var lætt hjá Elspu Zachariasen, ið júst var skift inn, at skora til 8-0. 

Seinasta málið var eitt brotspark.

Nógv verður prátað millum venjarar í felagnum, og mánakvøldið visti Jákup Martin at siga, at hann í síni tíð sum venjari hjá EB/Streymi eisini hevur tapt stórt ímóti KÍ uttan at kunna seta fingurin á nakað, ið var heilt galið. Fótbóltur er eitt løgið spæl.

Kvinnurnar skulu aftur í eldin longu hóskvøldið, tá tað aftur er grannauppgerð í Gundadali. 

#RenniðGentur