+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Edvard Heen er nú formaður í B36

Edvard Heen er í kvøld valdur til formann í B36.

Eyka aðalfundur var í B36-húsinum í kvøld, har forkvinnan Marita Debess Magnussen og nevndarlimurin Sigurd Rasmussen takkaðu fyri seg eftir trúgva tænastu. Í nevndina vóru Edvard Heen, Nicolai M. Balle og Jákup Højgaard valdir.

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Edvardi Heen sum formanni, Una Holm Johannesen sum næstformanni, Nicolai M. Balle sum kassameistara og Sissal Kristiansen sum skrivara. Ruben Haraldsen, Maj-Britt Hellisdal og Jákup Højgaard eru nevndarlimir.

68 ára gamli Edvard Heen hevur sitið í nevndini fyri B36 fyrr. Í 2008 var hann sum nevndarlimur partur av bjargingararbeiðinum, tá felagið kom í fíggjarligar trupulleikar. Har sat hann fram til kappingarenda í 2010.

Edvard Heen er útbúgvin búskaparfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan leiðslu og búskap. Hann hevur fyrr verið stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, fyritaksstjóri í Bank Nordik, stjóri í Bankenes Betalings Sentral í Noregi og stjóri í Almannaverkinum. Har gavst hann í fjør, tá hann fór á pensjón.

21. apríl 2026