+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

So er Bartal Páll á máltalvuni

Í vetur skifti Bartal Páll Klein aftur til B36 at spæla. Her spældi hann nøkur ár sum ungdómsspælari, so gerandisdagurin í B36-húsinum var honum ikki fremmandur.

– Tíðin hevur verið sera góð og lærurík higartil. Tað var lætt at koma aftur, tí eg kendi nógv fólk frammanundan, og eg kendi meg skjótt heima aftur í felagnum, sigur hann.

19 ára gamli álopsspælarin hevur longu spælt 65 dystir í bestu deildini, steypakappingini íroknað, fyri B68, HB og nú B36, og hann hevur skotið 10 mál í alt.

Eitt av teimum málunum skeyt hann mikudagin, tá menninir vunnu 3-0 á FC Suðuroy í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið. Tað var eisini hansara fyrsta fyri besta liðið hjá B36.

– Tað var sjálvandi ein fantastisk kensla at fáa fyrsta málið. Tað gevur sjálvsálit, og tað er gott at fáa hjálpt liðnum við einum máli. Eg haldi, at vit høvdu gott tamarhald á dystinum og sum heild avrikaður væl, sigur hann.

Í kvøld spæla menninir ímóti 07 Vestur í Sørvági. Dysturin byrjar klokkan 18:30.

Leikarastuðul hjá Bartal Páll Klein er Norðoya Sparikassi.