
Sprelski høgribakkurin Bergur Jákupsson Poulsen flutti til B36 undan kappingarárinum í fjør. 23 ára gamli leirvíkingurin hevur funnið seg væl til rættis, og í ár hevur hann verið við frá byrjan í øllum fýra landskappingardystunum higartil.
– Tað var ein stór broyting, tá eg skifti til B36 og flutti út á Argir at búgva. Har vóru nógv nýggj andlit, men størsta broytingin var spælistílurin. Eg hevði spælt tvey ár í EB/Streymi við verjukendari spælskipan, har liðið sjáldan hevði bóltin á mótstøðuhálvuni. Í B36 vilja vit vera nógv á bóltinum og spæla álopskendan fótbólt. Samanlagt var tað nógv, ið eg skuldi arbeiða nógv við, sigur hann.
2025 var eitt broytingarár hjá bæði Bergi og besta mansliðnum. Byrjað var so at siga av nýggjum, og nógvar broytingar vóru í spælarahópinum.
– Í fjør høvdu vit ein nýggjan hóp við nógvum ungum monnum, ið skuldu samaspælast, og úrslitið av 2025 sæst nú eisini í 2026. Vit kenna hvønn annan væl, samanhaldið er gott, og vit standa sterkir saman á vøllin og taka fegnir allar metrarnar og allar taklingarnar fyri hvønn annan, sigur Bergur.
Mánadagin spældu menninir sum vanligt er 2-2 ímóti grannunum í HB. Sum heild eru teir í hópinum nøgdir við avrikið í grannadystinum, men kortini als ikki við úrslitið.
– Vit eru kanska serliga nøgdir við fyrra hálvleik, har teir reyðu ikki vistu, hvønn veg teir skuldu venda. Men hóast avrikið var gott, so eru vit argir um úrslitið. Sjálvandi er tað gott, at vit koma aftur, tá vit eru aftanfyri í tveimum umførum, men eftir dystin var kenslan tóm, og menn vóru vónbrotnir í skiftingarrúminum. Jákup Martin hevur víst, at hann hevur tamarhald á grannauppgerðunum, har vit framvegis ikki hava tapt undir hansara leiðslu, so vit gleða okkum longu til næsta dyst ímóti teimum reyðu, og tá taka vit øll stigini.
Seinnapartin klokkan 17.00 verður Skála í Gundadali, og tað verður ein munandi øðrvísi dystur, heldur Bergur.
– Vit rokna við at vera nógv meira á bóltinum, og uppgávan verður at skapa dystin, meðan teir helst vera í Gundadali við einum verjukendum útgangsstøði og dúva upp á skjótálop. Vit fara aftur hesferð at arbeiða beinhart, og fer spælið at glíða sum tað skal, samstundis sum vit eru raskir í restverju, so verður hetta ein góður dagur, sigur Bergur.
Leikarastuðul hjá Bergi Jákupsson Poulsen er Fótbóltskort.
