+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Nú hava vit eisini eina Kristjansstovu

Kristjan á Neystabø, sum var formaður í B36 í sløk 20 ár, var heiðraður á stóru 90 ára føðingardagsveitsluni á Hotel Føroyum í gjárkvøldið.

Hann og vinmaðurin Kjartan Mohr, sáli, fóru ikki stillisliga til arbeiðis í B36 eftir aðalfundin í oktober 1986. Kristjan og Kjartan høvdu sett sær fyri, at B36 skuldi vera millum fremstu fótbóltsfeløgini í Føroyum, og teir brutu slóð á mongum mótum. 

Í B36 eru vit errin av samangroyptu greipuni Kristjan á Neystabø og Kjartan Mohr, og í húsinum ber illa til at hava eina Kjartansstovu uttan eina Kristjansstovu.

Teir báðir fara nú aftur at standa undir liðini á hvørjum øðrum í B36-húsinum. Nú sum Kjartansstovu og Kristjansstovu. Nýggja og umvælda skrivstovuhølið fer frameftir at eita Kristjansstova.

Lesið heiðursrøðuna fyri Kristjani á Neystabø her:

Vit fara í kvøld at heiðra ein av stóru monnunum í B36. Kristjan á Neystabø, sum var formaður í B36 í sløk 20 ár. Og tann søgan byrjar fyri skjótt 40 árum síðan.

Lagið var einki serligt, tá B36 hevði aðalfund í oktober 1986.

Skroypiliga grundarlagið, sum felagið stóð á um hetta mundi, hevði elvt til, at besta mansliðið flutti niður í næstbestu deildina á 50 ára stovningarárinum í 1986.

Fíggjarliga var felagið í ringum skørum, og eingir pengar vóru at dagføra slitna felagshúsið.

Hetta kvøldið var ungi havnarmaðurin Kjartan Mohr valdur í nevndina fyri B36, og har var avtalað, at Kristjan á Neystabø, sum annars var best kendur í føroyska hondbóltsumhvørvinum, skuldi vera formaður, tá hann flutti heim eftir lokna útbúgving. Lestrarárini í Keypmannahavn høvdu teir báðir sitið fyri ÍF Føroyum – Kristjan sum formaður, og Kjartan sum kassameistari – og nú skuldi hendan sama greipan standa fyri leiðsluni í B36.

Og teir fóru ikki stillisliga til arbeiðis. Kristjan og Kjartan høvdu sett sær fyri, at B36 skuldi vera millum fremstu fótbóltsfeløgini í Føroyum.

Sum við so nógvum verkætlanum, sum tað verður tosað týðiliga og ambitiøst um í Føroyum, fyri ikki at siga veruleikafjart, so høvdu fólk í fótbóltsumhvørvinum fyri tað mesta hug at flenna at teimum stóru armrørslunum og ætlanunum hjá teimum báðum.

Tað var nú kanska heldur ikki so løgið, tí útgangsstøðið var einki serligt.

Umstøðurnar at spæla og venja vóru ikki serliga góðar. Tað var smátt við pengum. Og millum børnini í Havn hevði B36 ikki so nógv upp á seg. Tey vistu sum var, at tær føroysku fótbóltsstjørnurnar spældu í reyðum og svørtum. Ikki í hvítum og svørtum.

Her kravdist sterkur lútur, og Kristjan, Kjartan og øll hini fóru eisini undir víðfevndar broytingar. Inntøkugrundarlagið skuldi víðkast. Stásiligt felagshús skuldi byggjast. Landsliðsspælarar skuldu framleiðast. Og fyrimyndir skulu fáast í hvítu spælitroyggjuna at spæla.

Longu í 1987 – tá B36 spældi í næstbestu deildini – fluttu Abraham Løkin, Meinhardt Dalbúð og Bergur Magnussen til Havnar at spæla. Saman við blaðungum spælarum sum Tummas Eli Hansen, Kára Gullfoss, Dánjali Petur Johansen, Sámali Ímundarsson, Jákup Símun Simonsen, Steinbjørn Hardlei og øðrum vunnu teir liðið upp aftur í bestu fótbóltsdeildina. Ikki tí, at tað var sannførandi. B36 vann ikki næstbestu deildina, men av tí, at besta deildin var víðkað úr átta upp í tíggju lið, so fór B36 saman við fuglfirðingum upp í bestu deildina.

Í áttatiárunum var eisini loksins farið undir kvinnukapping í fótbólti, og hetta árið, í 1987, vunnu kvinnurnar í B36 aftur føroyameistaraheitið. Kvinnurnar vóru hesi árini ein av maktfaktorunum í føroyskum fótbólti. Fýra føroyameistaraheitið og fýra steypakappingar vunnu tær fram til aldarskiftið.

Eftir kappingarárið í 1987 fingu Kristjan og Kjartan so sannført Kára Reynheim um at skifta úr HB til B36. Og var tað ikki øllum greitt frammanundan, so vísti tað skiftið týðiliga, at B36 meinti tað í álvara, tá tað var sgt, at felagið vildi kappast millum tey bestu.

Tað verður ofta sagt um Kristjan og Kjartan, at teir settu ferð á pengafótbóltin í Føroyum. Fyri jól kom bók út um Toda Jónsson, har hann sigur frá, hvussu skiftið úr KÍ til B36 í 1993 kom í lag. Brotið í bókini gevur eitt forvitnisligt innlit í maskinrúmið, og hvussu Kristjan og Kjartan arbeiddu. Sum landsliðsspælari ringdi Todi til Kristjan og spurdi, um B36 vóru áhugaðir í honum – og um so var, so noyddist felagið eisini at finna honum eitt arbeiði í Havn.

Áðrenn hálvtalað var orð, so stóð Toda eitt starv í boði á Smyril Line, sum Kristjan, Kjartan, Birgar Johannesen og Andrias Joensen fingu til vega. Todi fór síðan til nevndina í KÍ og segði teimum, at hann fór at skifta felag og flyta til Havnar. Mótsvarið í Klaksvík var, at KÍ hevði funnið honum starv á einum aliringi í Árnafirði.

Todi skrivar síðan í bókini:

“Eg fór at ivast. Kanska var tað skeivt at fara til Havnar. Kanska átti eg at verða í KÍ, til eg flutti av landinum. Eg ringdi aftur til Kristjan á Neystabø og segði sum var. Hann bað meg eisini bíða, áðrenn eg svaraði KÍ aftur. Hann skuldi vita, um nakar møguleiki var at bøta um teirra tilboð. Hann vendi aftur eitt sindur seinni. Starvið í Smyril Line stóð mær framvegis í boði. Harafturat skuldi eg fáa 3.000 krónur um mánaðin. Eg tók av.”

Tað var eisini eitt stórt tak at fáa B36 undir dagført tak. Tá Kristjan var fluttur heim og sum formaður hevði sagt frá ætlanunum at byggja eitt nýtt felagshús, var látur í salinum, tí tey hildu hann vera svakan. Men í ringastu krepputíð tann 9. november 1991 flutti felagið inn í framkomna felagshúsið, sum var bygt við ovara vøll í Gundadali. Nógv fólk tóku eina hond í við byggingini, sum hjálpti væl. Samlaði byggikostnaðurin var útivið níggju milliónir krónur. Landsstýrið og Tórshavnar býráð stuðlaðu væl, og restin var fíggjað við lántøku og eginpeningi. Í skýlinum var pláss fyri 420 fólkum at sita, og 80 fólkum at standa.

Felagið vaks skjótt hesa tíðina, men hildið var fast um grundvirðini, sum tað var sprottið úr. B36 hevur frá fyrsta degi verið eitt rúmligt felag. Ein av orsøkunum til, at felagið var stovnað av fyrstan tíð, var, at øll sluppu ikki upp í part í HB. Og at hava pláss og rúm fyri øllum hevur verið eitt av grundvirðunum í B36 frá fyrsta degi.

Kristjan segði eisini í blaðsamrøðu, meðan felagshúsið var bygt, og limaskarðin vaks í stórum, so var tað avgerandi at halda fast um grundvirðini. Hann segði:

“Felagið má ikki gerast so stórt, at vit missa tann einstaka limin burtur í heildini. Tað má og skal vera rúm fyri okkum øllum – eisini ungdómi, ið av einari ella aðrari orsøk ikki er á leikandi liði.”

Stendur tú við stórari ábyrgd og skal taka nógvar avgerðir, ofta í einari handavend, so slepst ikki undan, at onkrar avgerðir verða illa lýddar millum summi fólk. Kristjan bar eisini orð fyri at vera ein tungur mótpartur í samráðingum, og tað gav onkutíð at bíta. Eg rokni kortini við, at millum aðrar, so skilir Jákup á Borg, sum nú er ítróttastjóri í B36 við nøkrum av somu uppgávum, sum Kristjan hevði í B36, betur útgangsstøði og atlitini, sum ein formaður í B36 skal taka.

Kristjan takkaði fyri seg eftir kappingina í 2005. Fýra ár seinni vóru aftur boð eftir teimum báðum, Kristjan og Kjartan, at koma í nevndina í B36 at rudda upp. Felagið stóð tá á eggini fíggjarliga, og tað var rætt og slætt neyðugt at bjarga felagnum. Eisini tá skuldu stórar og illa umtóktar avgerðir takast, men bjargingarroyndin lukkaðist og fíggjarstýringin kom aftur á beint.

Kristjan, í B36 minnast og takka vit hjartaliga fyri stóra arbeiðið, ið tú hevur lagt í felagið, sum vit øll eru so góð við. Fyri rúmliga felagsskapin. Fyri mørkini, sum vóru flutt. Fyri karmarnar, sum vóru dagførdir. Og fyri íblásturin og dirvið at hugsa uppaftur størri.

Saman við góða vinmanninum Kjartan og hinum í B36, so gingu tit undan og brutu slóð í føroyskum fótbólti í nógv ár. Í 1992 var B36 fyrsta føroyska felagið at fáa stig í altjóða kapping. Í 1997 kom FM-heitið loksins aftur í B36-húsið. Í 2000 var tað ein stórhending, at enska stórfelagið Arsenal keypti tannáringin Inga Højsted úr B36, sum var ein stór viðurkenning av ungdómsarbeiðinum í felagnum. Í 2001 var B36 greipuvinnari fyri fyrstu ferð. Í 2005 var B36 fyrsta føroyska felagið at vinna seg víðari í altjóða kapping. Og sama ár vann B36 eisini fyrstu landskappingina, sum var víðkað úr 18 upp í 27 umfør.

Í 2016 andaðist tín góði vinmaður Kjartan Mohr eftir stutta sjúkralegu. Árið eftir vóru fundarhølini í B36- húsinum uppkallað eftir honum, til minnis um hansara stóra arbeiði fyri B36. Og fleiri ferðir um vikuna er Kjartansstova karmur um fundir, videofundir og ikki minst stuðulstiltøk, tá menninir spæla heimadyst.

Í vetur er skrivstovuhølið í B36-húsinum, beint við síðurnar av Kjartansstovu, loksins umvælt og dagført. Har hava Floksmenn savnast og hildið til í nøkur ár, sum teir passaliga doyptu Klæmintsstova eftir Klæmint Matras, sum í mong ár var trúfastur stríðsmaður á okkara besta mansliði. Floksmenn hava nú fingið annað høli í B36-húsinum til sítt virksemi. Klæmintsstova hevur av tí sama skift bústað.

Frameftir fer nevndin at hava nevndarfundir í teimum snotiligu skrivstovuhølunum. Har fara okkara starvsfólk eisini at halda til. Tað verður har inni, at nógvar avgerðir skulu vigast og takast komandi árini. Tað verður har, at samráðingar við venjarar og spælarar verða. Tað verður har, at kósin fyri B36 verður løgd. Og tað skal ikki undra meg, at spurningurin onkutíð verður reistur, hvat Kristjan og Kjartan høvdu hildið um ta einstøku tvístøðurnar, sum javnan stinga seg upp.

Í B36 eru vit errin av samangroyptu greipuni Kristjan á Neystabø og Kjartan Mohr. Og vit hava øll vitað, at tað ber ikki til at hava eina Kjartansstovu uttan eina Kristjansstovu.

Vit kunnu í kvøld avdúka, at Kjartan og Kristjan koma nú loksins aftur at standa undir liðini á hvørjum øðrum í B36-húsinum. Nú sum Kjartansstova og Kristjansstovu. Nýggja skrivstovuhølið fer frameftir at eita Kristjansstova.