+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Heini er aftur á landsliðnum

34 ára gamli Heini Vatnsdal hevur í dag fingið landsliðsboð. Hann verður við til venjingardystin í San Marino leygardagin.

– Tað er deiligt at vera við aftur, og eg gleði meg til at vera partur av hesum hópinum. Eg føli meg væl, og merki lítið og einki til tað, ið annars hevur argað, sigur Heini Vatnsdal, ið higartil er skrásettur fyri 37 A-landsdystir, við heimasíðuna hjá FSF.

Heini avloysir Andrias Edmundsson, ið hevur givið avboð.