+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Skulu hava trý stig við í landsliðssteðgin

Í vetur flutti 21 ára Dávid Biskopstø Andreasen til Havnar og B36 at spæla, og tað var skjótt, at orkuríki og málsøkni miðvallarspælarin treivst væl í nýggja umhvørvinum – bæði á og uttanfyri vøllin.

– Skiftið í Gundadali hevur hilnast væl. Her eru góð og fitt fólk, sum hava tikið væl ímóti mær. Eg kenni meg væl móttiknan, og tá er lætt at finna seg til rættis, sigur hann.

Við sigrinum á sundalagsmonnum og javnleikinum í Sarpugerði hava menninir higartil skavað sær fýra stig saman í stigaposan. Tað hevur merkt spælið á vøllinum í løtum, at enn er so stutt fráliðið í kappingini, men áræðið í hópinum er gott.

– Vit eru sum heild nøgdir við úrslitini og spælið higartil. Sjálvandi høvdu vit viljað havt fult stigatal, men alt í alt eru vit eintir við úrtøkuna, og vit herja á víðari, sigur hann.

Seinnapartin vitja toftamenn í Gundadali, sum er seinasti dysturin undan landsliðssteðginum – tá Dávid B. Andreasen og Jógvan Kárason Gullfoss úr B36 skulu við U21-landsliðnum til Sveis at spæla undankappingardyst.

– Vit rokna við einum torførum dysti ímót B68, har vit skulu skapa dystin. Toftamenn arbeiða hart, men vit skulu hava øll stigini við okkum. Vónandi verða nógv fólk í Gundadali eisini, sigur klaksvíkingurin.

Leikastuðul hjá Dávid Biskopstø Andreasen er Sølvá.