+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Menninir spæla leygardagin – og ikki sunnudagin

Roknað verður við ringum veðri sunnudagin, og veðurforsøgnin ger, at landskappingardysturin millum B36 og B68 er framskundaður. Dysturin verður spældur í Gundadali leygardagin klokkan 17:00, og ikki sunnudagin, sum upprunaliga ætlað.

Kvinnurnar standa til at spæla ársins fyrsta landskappingardyst í Sarpugerði ímóti Víkingi sunnudagin. Tað er framvegis ikki greitt, nær tann dysturin verður spældur.