
Kvinnurnar leggja nú seinastu hond á fyrireikingarnar til landskappingina, sum byrjar um vikuskiftið. Í gjárkvøldið kom hópurin endaliga upp á pláss, tá Livyan Silva og Jiselle Souza vóru við til venjingina á Tórsvølli.
Tær fara báðar at spæla við B36 í 2026. Brasiliansku spælararnir spældu eisini her í 2022 og 2023.
Livyan Silva er nú 24 ára gomul. Við sínum fjølbroyttu álopsdygdum skeyt hon 21 mál í 42 dystum fyri besta kvinnuliðið tey bæði árini, hon spældi í B36.
Jiselle Souza er 28 ára gomul. Hon er stinnur og málsøkin verjuspælari. Hon spældi 42 dystir og skeyt sjey mál í 2022 og 2023.
Sunnudagin spæla kvinnurnar ársins fyrsta landskappingardyst í Sarpugerði ímóti Víkingi. Dysturin byrjar klokkan 13.00.
