+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

So koyra Bogi og teir á aftur

Bólturin rullar loksins aftur. Menninir fáa seinnapartin vitjan av EB/Streymi í ársins fyrsta landskappingardysti.

– Vit eru sera spentir, og nú er av álvara farið at kitla, eisini hjá okkum hálvgomlu, sigur 33 ára gamli Bogi Reinert Petersen, ið samstundis fer undir sítt seinna kappingarár í B36.

Menninir hava lagt nógv fyri í vetur, og fyrireikingarnar hava gingið væl. 

– Vit eru væl fyri, og tað er góður hýrur. Hópurin er sterkur, svangur og breiður, so tað verður hørð kapping um plássini. Í fjør var sera stór útskifting á øllum mótum, og vit byrjaðu tá frá null, bæði við mentan og taktikki. Í vetur hava vit arbeitt nøkulunda á sama hátt sum í fjør, og vit hava tikið tað við okkum, sum vit halda riggaði væl, sigur fuglfirðingurin.

Í fjør tók tað av góðum grundum nakað av tíð at spæla liðið saman, og av tí sama vóru avrikini ikki altíð so støðug. Nú er grundarlagið munandi frægari, men kortini skal bøtast um partar av spælinum.

– Her hugsa vit serliga um deyðbóltarnar og grundspælið, og teir partarnir av spælinum hava kanska havt eyka fokus higartil í ár, sigur hann.

EB/Streymur argaði B36 tvær ferðir í Gundadali í fjør. Sundalagsmenn vunnu annan dystin, og hin endaði við málleysum javnleiki. Av tí sama sigur tað seg sjálvt, at menninir taka einki fyri givið í dag.

– Tað verður ein strævin dystur. EB/Streymur spældi okkum í tveimum førum eitt puss í fjør, so teir hava fullan ryggsekk av sjálvsáliti við í Gundadal. Teir eru sera arbeiðssamir og effektivir. Teir fara helst at standa væl í verjupartinum, so vit skulu hava tol og flyta bóltin skjótt. Tað vísir seg ofta, at teir fyrstu dystirnir í árinum eru ikki teir, sum eru best spældir, so tað verður helst hart arbeiðið, ið skal bera okkum á mál hesaferð, sigur hann.

Dysturin byrjar klokkan 15.00.

Leikarastuðul hjá Boga Reinert-Petersen er Faroe Ship.