
Gilli Samuelsen verður í ár partur av besta mansliðnum hjá B36. Hann hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri hetta kappingarárið.
Gilli, sum er 26 ára gamal, er uppvaksin í B36, og góðu fótbóltsevnini vóru tíðliga eyðsýnd. Hann var fyrstu ferð á besta liðnum í 2016 og royndi seg seinni í 07 Vestur og B68. Illa darvaður av skaðum hevur tað verið torført við støðugari spælitíð ávís tíðarskeið, men bæði avrikini og hugburðurin hava altíð verið góð, tá hann hevur verið á vøllinum.
Í vetur hevur hann verið partur av fyrireikingunum til hetta kappingarárið, og hann er nú birgur at kappast um pláss á besta liðnum.
– Eg gleði meg at spæla aftur í Gundadali frammanfyri einum fullum B36-húsi og kunna geva mítt íkast fyri barndómsfelagið, sum stendur mær so nær, sigur hann.
Gilli kann spæla vongur og vongverji.
