+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Fyrsta forkvinnan takkar fyri seg

Marita Debess Magnussen gevst í næstum í leiklutinum sum forkvinna í B36.

Eftir aðalfundin í síðstu viku skipaði nevndin seg við Maritu sum forkvinnu, men hon hevur síðan fingið boðið starvið sum aðalskrivari í ÍSF, sum hon hevur tikið av. Tað krevur, at hon sigur forkvinnusessin í B36 frá sær.

– Eg fari at takka fyri tey góðu árini, eg havi havt sum forkvinna í B36. Tað hevur verið ein stór æra og gleði at vera partur av einum so sterkum og livandi felagsskapi, sigur hon.

Marita Debess Magnussen tók í februar 2023 við sum fyrsta forkvinnan í B36 nakrantíð. Hesi trý árini hevur hon lagt sera stóra orku í uppgávuna. Eitt av sjónligu úrslitunum er, at bygnaðurin í felagnum er styrktur munandi, og sum fótbóltsfelag er B36 í góðari støðu.

– B36 er nógv meira enn úrslit á vøllinum. Tað er felagsskapur, eldhugi, og fólk, sum hvønn dag leggja sítt hjarta í felagið. Tað havi eg havt ta stóru gleðina at uppliva og arbeiða saman við, sigur hon.

Marita leggur ikki frá sær beinanvegin, men riggar av so hvørt, meðan felagið og nevndin eru farin í eina skipaða tilgongd at finna nýtt forfólk.

– Tá eg í næstum fari frá sum forkvinna, so er tað við takksemi og stórum áliti á, at B36 er í góðum hondum og fer at halda fram við at menna seg og standa sterkt, bæði ítróttaliga og sum felagsskapur.

– Hjartans tøkk til øll, nevnd, venjarar, sjálvboðin, viðhaldsfólk, leikarar, foreldur og stuðlar fyri gott samstarv og álit, og ikki minst fyri allar tær góðu løturnar. B36 hevur eitt serligt pláss hjá mær, og tað fer tað altíð at hava, sigur hon.

B36 ynskir Maritu hjartaliga til lukku við álitisstarvinum sum aðalskrivar í ÍSF og takkar so hjartaliga fyri hennara stóra sjálvbodna arbeiði hesi árini.