
Jógvan Holm Vitalis fer at standa við høvuðsábyrgdini fyri toyminum, sum skal hava okkara U15 dreingir um hendur í ár.
Dreingirnir eru komnir væl áleiðis við fyrireikingunum. Teir venja mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 15:30, umframt eina servenjing mikudag.
Í venjaratoyminum eru, ovast frá vinstru, Djóni Sivertsen, Fríði Trúgvason, Jóhan á Mýrini, Høgni Vesturdal, og frá vinstru niðast, Jóannes Jakobsen og Jógvan Holm Vitalis. Heini Guttesen vantar á myndini, og Bergur Poulsen stendur fyri styrkivenjingunum týsdag og hósdag.
Drívið á!
