
Set stóran kross í kalendaran fríggjakvøldið 27. mars!
Tá hita vit upp til okkara stóra 90 ára føðingardag við forvitnisligum práti við Tomislav Sivic.
Tað vóru rembingartíðir í Gundadali, tá Tomislav Sivic kom til B36 sum spælandi venjari í 1997. Hann kravdi nógv av teimum, sum hann arbeiddi saman við. Hann var bersøgin og hann hugsaði stórt, og hann blásti frískar vindar inn í alt tað føroyska fótbóltsumhvørvið.
28. mars í ár verður B36 90 ár. Kvøldið fyri, fríggjakvøldið 27. mars, hita vit upp til stóra føðingardagin við einum forvitnisligum práti við Tomislav Sivic í B36-húsinum. Prátað verður bæði um hendingaríku árini í Føroyum og um eitt langt lív í fótbólti. Um flottan fótbólt og um bardagarnar, sum hava verið á vegnum. Tiltakið er fyri øll fótbóltsáhugaði.
Fyri 30 árum síðan – í 1996 – kom Sivic til Føroya og Vágs at venja VB. Árið eftir sendu Kristjan á Neystabø og B36 boð eftir honum. Felagið hevði tá í nøkur ár riggað til at vinna fyrsta føroyameistaraheitið síðan 1962, og við illsinta serbanum sum ábyrgdarmanni var krúnan sett á søguliga verkið.
Sivic var eisini nøkur ár í Klaksvík, og seinastu 20 árini hevur hann verið ungdómslandsliðsvenjari og høvuðsvenjari í bestu deildini í Serbia og Ungarn.
Atgongumerkið kunnu keypast við dyrnar.
