
Hósdagin spælir U19-landsliðið venjingardyst á Tórsvølli ímóti Sámalandi. Djóni Sivertsen og Heini Sólheim Guttesen úr B36 eru báðir við í hópinum.
Dysturin er partur av fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í mars.
Dysturin millum Føroyar og Sámaland verður hósdagin klokkan 15:00.
EM-undankappingin verður spæld í Niðurlondum dagarnar 25. til 31. mars. Føroyar eru í bólki við Niðurlondum, Norðurmakedónia og Moldova.
