
Boðað verður frá aðalfundi í B36 mikukvøldið 18. februar klokkan 19.00 í B36-húsinum í Gundadali.
Á skránni er:
- Val av fundarstjóra
- frágreiðing fyri farna árið
- Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram
- Val av grannskoðara
- Nevndarval
- Viðtøkubroyting
- Innkomin mál
- Ymiskt
Møtið fjølment.
Viðtøkubroyting
Viðmerkingar
Starvsnevndin ynskir at broyta §8 í viðtøkunum, soleiðis at hesar passa betur til tann bygnað og skipan sum er í dag. Í B36 verður fíggjarætlan gjørd fyri alt felagið og fyri einstøku deildirnar, men innanfyri játtanina hava hesi sjálvræði at fáa sum mest burtur úr. Tá tað kemur til lýsingar og sponsoravtalur og leikaravtalur, so hevur felagið sett fólk at taka sær av hesum saman og við tí starvsnevndarlimi sum tekur sær av økinum. Starvsnevndin heldur at felagið fær bestu javnvágin millum effektivitet og fíggjarligt varsemi, um Starvsnevndin arbeiðir yvirskipað, gevur ávísing og fremur eftirlit og man so letur tey sum hava innlit í einstøku økini størri sjálvræði.
Í øðrum lagi inniheldur §8 eina áseting sum er í ósamsvar við §5 í viðtøkunum. Í §8 er nevniliga ásett at starvsnevndin er viðtøkufør um helmingurin av starvsnevndini er møttur upp, meðan §5 sigur at starvsnevndin er viðtøkufør um 2/3 eru møttir upp. Starvsnevndin ynskir tí at strikað ásetingina í §8 um viðtøkuføru.
I triðja lagi ynskir starvsnevndin at gera tekningarreglurnar einfaldari, tí sum er verður kravt at tað altíð er forfólki og kassameistarin sum saman teknafelagið. Nevndin ynskir at felagið verður teknað av tveimum starvsnevndarlimum. Hetta vil tað gera tað møguligt at býta uppgávurnar betur runt millum starvsnevndarlimir.
Viðtøkubroytingar í §8.
Ynski er at broyta frá: “Starvsnevndin hevur øll peningamál um hendi. Allar avtalur so sum sáttmálar við leikarar, venjarar og starvsfólk, sponsor-, lýsingar- og stuðulsavtalur skulu góðkennast av starvsnevndini. Nevndin er ikki viðtøkufør uttan at meira enn helvtin av nevndarlimunum eru á fundi. Felagið verður teknað av formanninum og kassameistaranum í felag, tó skal aðalfundurin góðtaka veðseting, keyp og sølu av føstum ognum.”
Til: “Felagið verður teknað av í minsta lagi tveimum nevndarlimum. Í sambandi við spælarasáttmála teknar forfólkið, varaforfólkið ella kassameistarin felagið. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst bæði nevndar- og aðalfundarsamtykt.”
sí viðtøkur felagsins her
