
Komandi kappingarár verður Benjamin Heinesen í nýggjum leikluti í B36. Sum hjálparvenjari fer hann saman við høvuðsvenjaranum Tór-Ingari Akselsen at stýra næstbesta mansliðnum.
29 ára gamli Benjamin Heinesen hevur í vetur verið undir skurð fyri bróskskaða, og hann verður av somu orsøk ikki á vøllinum komandi kappingarár. Ístaðin verður tað av síðulinjuni, at hann fer at geva sítt íkast.
Í 13 ár hevur Benjamin annars verið partur av besta manshópinum. Seinastu dystirnar fyri besta mansliðið spældi hann í apríl í ár, og hann hevur rokkið 301 dysti í fremstu røð í alt.
Bulurin á okkara næstbesta liði eru ungir spælarar, sum eru í stórari menning, og komandi kappingarár fer Benjamin at leggja teimum lag á.
