+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Árið, ið fór

Skrivað hevur Jákup Højgaard

Eftir eitt turbulent ár í 2024 varð kallað inn til leikarafund í desember. Nevndin boðaði leikarunum frá, at arbeitt var við at seta nýtt venjaratoymi til kappingarárið 2025. Eliesar Olsen bleiv settur sum høvuðsvenjari, Hergeir Eldevig varð kropsligur venjari, og undirritaði varð málmansvenjari. Felags fyri allar var, at ongin okkara hevði arbeitt við kvinnum fyrr. Hjálparvenjarin Alexandre da Silva Braga og fysioterapeuturin og  pseudo-hjálparvenjarin Andras Nolsøe høvdu kortini royndir á kvinnusíðuni.

8 leikarar vóru til fundin. 6 leikarar vóru til fyrstu venjingina í januar. Tað sá svart út, og eina løtu var upp á tal at taka liðið úr kappingini og bara spæla í 1. deild. Kann B36 tað? Ikki talingur um, so tað var at bretta upp ermar, og so at skava leikarar saman. Fyrst og fremst skuldu vit hava B36arar at byrja aftur. Vit skuldu skapa tað besta umhvørvið, har allar kundu mennast og trívast. Tað skuldi vera stuttligt at spæla við B36. Tað var endamálið í ár. So máttu úrslitini verða, sum tey vildu.

Vinardystirnir vóru ikki nógv at reypa av. Fyrst taptu við 6-0 í Runavík, og so 8-0 á Skála. Her var nógv at arbeiða við. Í verjupartinum serliga, hugsar tú kanska. Jú, vit fóru eisini at spæla við trimum í verjuni, og tóku avgerð um, at í ár skulu vit spæla fótbólt. Nú var liðugt at sparka langt og vóna upp á tað besta. Tað læra vit einki av. Kunnu vit so eisini verða betri fyri enn hini liðini, so skuldi tað nokk fara at ganga tað heila.

Ársins fyrsti dystur var ímóti HB, og hann er ein av teimum, sum stendur sterkast í minninum. Av teimum, sum byrjaðu inni, vóru tað bara Valborg og Barbara, ið longu høvdu spælt fast í Betrideildini í nógv ár. Ester, Jasmin, Sonja, Gunnrið og Bára høvdu spælt nakað, men høvdu allar verið nokkso inn og út á liðnum. Fyri dystin legði Eliesar dent á, at HB hevði verið ígongd við sítt projekt í trý ár. Vit høvdu verið ígongd í 3 mánaðir. HB kom á odda 1-0, men beint eftir hálvleikin javnaði Ester. Løtu seinni rakti Jasmin yvirleggjaran, og tá birtist av álvara ein vón um, at her var nakað at heinta hjá okkum.  HB hevði latið ein ungan málverja fáa sín fyrsta Betridyst hendan dagin, men tær vístu seg eisini at spæla við eld, tí tær skiftu málverja, nú tað stóð á. Tað gekk tíverri ikki hjá okkum hendan dagin. HB fekk tvey mál ímóti endanum. Hetta var kortini ein góð byrjan. Tað vóru øll tey mongu, ið vóru komin oman í B36-húsið at hyggja, á einum máli um.

Fyrra hálva gekk, sum vit væntaðu. Vit fingu tað trupult ímóti toppliðnum, men vunnu ímóti niðaru liðunum. Tað, sum eisini merkti fyrru hálvu, vóru nógvir skaðar. Vit gjørdu, hvat vit kundu fyri at verja genturnar frá at verða yvirbelastaðar, men tá ein hælapúta brestur, ein fótur beklar, og ein finnur ein genfeil í knænum, tá er lítið hjá okkum at gera. Tað ávirkaði eisini hópin, ið longu var lítil. Onkrar venjingar vóru tungar at koma ígjøgnum, tá so nógvar manglaðu. Tað merkti so eisini, at vit høvdu brúk fyri øllum frískum beinum. Tíverri gekk tað útyvir 1. deildarliðið hjá okkum, sum mátti trekkja seg úr kappingini, tí vit høvdu ikki nokk av leikarum til tvey lið.

Styrkur kom í summarhálvuni. Útisetarnir komu heim at spæla í summarfrítíðini. Tær kundu spæla, so vit fingu hvílt fleiri av teimum, sum høvdu ymiskar snuddir at dragast við. Í summarhálvuni var eisini ein av teimum dystunum, sum tú ikki gloymir. Tá 85 minuttir vóru leiktir uppi í Hoyvík høvdu vit havt einar 15 stórar kjansir, men støðan var 1-0 til FC Hoyvík. Men tað var hetta her við at orka betri enn mótstøðuliðið. Tí seinastu fimm minuttirnar skoraðu vit tríggjar ferðir, tá orkan hjá hoyvíkingum var uppi. Tað gekk eisini aftur hjá okkum. Flestu dystirnar, sum vit vunnu, vunnu vit síðsta hálva tíman.

Summarfrítíðin var liðug, men útisetarnir vildu ikki avstað aftur. Tað var so stuttligt at vera við. Onkur nevndi møguleikan at byrja upp á fjarlestur ella útseta lesturin eina løtu, so tær kundi spæla kappingarárið liðugt. Hetta bleiv kortini ikki av nøkrum, men vit høvdu so gjørt okkurt rætt við at skapa eitt umhvørvi, har tær tímdu at vera og trivust.

Valborg, Barbara og Gunnrið takkaðu eisini fyri seg og fóru av landinum. Týðandi leikarar at missa mitt í einum kappingarári, so onkur nýggjur máttu koma inn. Juanita fann handskarnar fram aftur, Elsa Anna byrjaði aftur eftir barnsburð, og vóru royndir hennara gullverdar at fáa inn á liðið. Bára fekk liðskiparabandið frá Valborg, og saman við henni vóru Jasmin, Ester, Sára, Sonja og Marin nú búnaðar og mentar so nógv, at tær av álvara vóru klárar at taka ábyrgd og leiða liðið. Tær ungu við Siggu Smæru og Sigrið á odda vóru nú eisini klárar at spæla. Ein dyggur smeitur at missa tríggjar týðandi leikarar, men aðrar vóru til reiðar at taka við.

Vit vunnu eisini eina steypafinalu í ár. Talan var um lítlu steypafinaluna, men tað merktist ikki á degnum. Undirritaði hevur sjálvur spælt steypafinalur, og hesin dagurin var einki aftanfyri hinar. Dysturin var sum steypafinalur ofta eru. Knortlutur, merktur av nervum og illa spældur. Sum so ofta var í seinnu hálvu, so tók Sigrið ábyrgd og avgjørdi dystin fyri okkum. Eir skal eisini fáa eina heilsan við her. Hon var illa skødd alt árið, men í steypafinaluni spældi hon ein frálíkan dyst. Tað verður seint gloymt, hvussu hon krússaði seks leikarar í upptaktini til seinna málið. So var tað ein fragd at síggja Kristinu og Vivian, sum í so nógv ár hava verið kvinnunum trúgvar, sleppa at lyfta steypið.

Ársins seinasti dystur var í Sørvági. Juanita var tíverri noydd at geva avboð á degnum, so nú stóðu vit uttan málverja til dystin. Vit gjørdu, sum vit gjørdu alt árið. Vit spæla við teimum vit hava, og hugsa ikki meira um tað. Katrina og Beinta spældu hvør sín hálvleik í málinum, so var tann trupulleikin loystur. Tíbetur var alt longu avgjørt undan dystinum, so tað nervaði ongan, at málverjin manglaði. Tað bleiv eisini ein sonn málveitsla. 10-2 til okkum, og so var aftur steyp og gott lag. Umboðið fyri FSF segði eftir dystin, tá hon handaði steypið, “nú standa vit aftur her.” Hon hevur neyvan hugsað nakað um viðmerkingina, men okkum var tað ein áminning, at nú skulu vit eisini víðari. At vinna niðara endaspælið hvørt ár er ikki nóg gott.

Eftir dystin høvdu leikararnir, sum tær deiligu gentur tær eru, keypt venjaratoyminum hvør sína gávu. Gentur, um tit lesa hetta, so stóra takk fyri. Tað var heilt óvæntað og rørdi meg. Fløskan stendur á eini bókahill við steypamedaljuni um hálsin, einum underberg á hvørjari lið og bíðar eftir einum serligum høvi at knappast upp.

Tað byrjaði við seks eitt kalt kvøld tíðliga í januar. Á Faroesoccer standa nú fleiri enn 30 leikarar at hava spælt fyri B36 í ár. Av teimum hava tólv spælt fyri fyrstu ferð í Betrideildini.

Í vetur hava kvinnurnar vant tvær ferðir um vikuna. 45 minuttir av styrkivenjing og so út at sparka fyri rest. Einki skal avdúkast her, men tað skal nevnast, at til venjingarnar í vetur hava fleiri 10 nýggj andlit verið til venjing, sum ikki spældu við B36 í ár. 

2025 varð eitt gott ár hjá kvinnunum. Tvey steyp, eitt sett av medaljum (undirritaði er enn argur um at medaljur ikki verða latnar vinnaran av niðara endaspælinum), og týdningarmiklast av øllum, so var leikaramenningin stór. Enn er ov langt upp til FM, men við sama góða hugburði at læra og gerast betur, ganga ikki nógv ár, áðrenn B36 aftur spælir við, har tað er stuttligast at vera.

Takk fyri, at tú stuðlaði og fylgdi við kvinnunum í ár. Vit gleða okkum at herja á aftur komandi ár.

#Renniðgentur