+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Vit hava sett okkum stór mál

Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, helt á ársveitsluni árligu forfólkarøðuna. Har segði honum millum annað, at B36 hevur sett sær stór mál, og við sunna grundarlagnum, so fer felagið eisini at røkka teimum.

Hon segði soleiðis:

Gott kvøld, kæru B36’arar og vælkomin í veitslu í kvøld!

Tað er nakað heilt serligt við hesum felagnum. B36 er ikki bara ein bóltur og ein vøllur. Tað er eitt hjarta. Eitt felag sum hevur givið okkum vinir, sigrar, samanhald og nakrar fáar grátandi bussferðir heim aftur í Gundadal. Men mest av øllum: eitt felag, sum bindur okkum saman – alt frá smáum pingvinum til eldri pingvinir.

Fimm steypafinalur, og okkara vunnu fýra! U21, U17, U13 dreingir og gentur, tað er okkara stoltheit. Tey hava víst, at framtíðin hjá B36 er bjartari enn nakrantíð. Og just nú eru 14 spentir ungdómar úttiknir til ungdómslandslið. 7 ungar damur við U15 og 7 ungir menn við U15 og U16, heilt fantastiska flott.

Ein stór tøkk fer eisini til Ungdómsnevndina og til allar venjararnar, sum gera eitt megnararbeiði, dag eftir dag, ár eftir ár. Tit eru beinini undir okkara framtíð. Uttan tykkum hevð ieinki av hesum borið til. Takk fyri orku, tíð, tol og gleði.

Okkara Betri menn endaðu á fínum fimta plássi. Tað er ikki bara eitt tal. Eg haldi, at vit øll kunnu vera samd um at fimta plássið í ár smakkar betur enn fimta plássið í fjør. Vit síggja ein hóp, sum hevur ment seg gjøgnum árið, og sum hevur lagt eina sterka grund at byggja víðari á. Vit síggja týðiligt, at liðið er í vøkstri. Eg haldi, at vit eru á rættari leið.

Hjá 1. deild monnum kom vend í seinnu hálvu, og hetta avspeglar ein stríðsvilja, og vit eru takksom fyri, at tit kundu enda árið á einum 6. plássi. Tit hava lagt góðan grundvøll til komandi kappingarár.

Og – ikki at gloyma – so hava vit eisini selt ein leikara í ár. Tað er gott fyri spælaran og fyri felagið. Eg fari at ynskja Mattiasi bestu eydnu á hansara fótbóltsleið.

Kvinnurnar hava aftur í ár víst dirvi og áhaldni. Tit vunnu niðara bólkin og minni steypafinaluna, hjartaliga til lukku við tí. Tit hava staðið í mótvindi, men tit hava ongantíð slept bóltinum, hóast unga hópin. Her eru nógvir glottar at hóma. Tit eru fyrimyndir – fyri okkara ungu gentur og fyri okkum øll. Eg skilji á lagnum at fleiri av kvinnunum eru og fjakka og eg ynski teimum eina framhaldandi góð ferð.

Og so eru tað okkara old boys, føroyameistarar 2025 við 36 stigum! Tit vísa, at klassi og felagsandi aldrin hvørvur. Tit minna okkum á, at felagsskapurin heldur, óansæð hvussu nógv ár vit hava á baki. Takk fyri, og til hjartaliga lukku við gullinum!

Eisini ein serlig tøkk til okkara fantastisku Old Girls, sum í ár hava hjálpt til við at fyrireika veitsluna. Uttan tykkum hevði hetta kvøldið ikki sæð so vakurt út, takk fyri alt arbeiðið, gleðina og orkuna, sum tit leggja í felagið. Ikki bara á vøllinum men eisini her í húsinum.

Størsti sigurin er ikki bara á vøllinum. Hann er her, millum okkum. Í foreldrum, venjarunum, sjálvbodnum og okkara trúgvu áskoðarunum. Í teimum, sum baka, fyriskipa, rudda, koyra og rópa. Tað eru tit, sum gera B36 til tað, B36 er.

Tað er lætt at hyggja at stigatalvuni og droyma um gull, men tað er felagsskapurin, sum ger, at vit klára at droyma saman. Tað er hann, sum ger, at vit møta hvørjum degi við trúgv og dirvi. Og tað er hann, sum tryggjar, at B36 altíð fer at vera eitt stað, har øll eru vælkomin.

Eg ynski eisini at nýta høvi til at takka okkara limum, sum sita í starvsnevndini fyri tykkara treiskni og góða arbeiði. Uttan tykkum, so hevði felagið B36 ikki sæð út sum tað ger.

Tá vit líta fram móti 2026 og árunum, sum koma, so eru møguleikarnir stórir. Vit hava eitt felag, sum stendur á sterkum grundarlagi – við dugnaligum venjarum, trúgvum stuðlum og einum ungdómsarbeiði, sum bara veksur. Vit skulu halda á at menna okkara leikarar, og eisini okkara menniskju, at skapa eitt umhvørvi, har øll kenna seg vælkomin, hoyrd og virðismett. Vit skulu styrkja samstarvið millum liðini frá teimum yngstu upp til Betri liðini, so vit byggja eina felags mentan, har B36 andin skínur í øllum, vit gera.

Vit hava sett okkum stór mál, men vit vita eisini, at vit kunnu røkka teimum. Tí vit hava nakað, sum fá feløg hava: eitt hjarta, ein vilja, og eitt felag, sum altíð stendur saman, sama hvat hendir. So lat okkum líta fram við gleði og við trúgv, tí framtíðin hjá B36 er bjartari enn nakrantíð.

Eg fari at enda við at biðja Jan Poulsen, samskipara í B36, koma upp til mín, so eg kann ynskja honum hjartaliga til lukku við teimum 60 árinum.

Góða veitslu øll somul!

Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36