+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Hesi vóru heiðraði á ársveitsluni

Á ársveitsluni í kvøld vóru sum vant ársins stjørnuskot, ársins spælarar og ársins áskoðari heiðraði.

Ársins stjørnuskot hjá kvinnum er 15 ára gamla Sigga Smæra Næs, sum hevur verið millum stinnastu spælararnar hetta kappingarárið.

Ársins stjørnuskot hjá monnum er 22 ára gamli Rói Hansen. Vongverjin fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini í fjør, og í ár hevur hann fingið bæði størri álit og ábyrgd.

Ársins spælari hjá kvinnum er 15 ára gamla Sigrið Hansdóttir. Hagtølini tala sítt greiða mál, tí framherjin skeyt 27 mál í 18 dystum. Sigrið er samstundis yngsti spælarin, sum hevur fingið hendan heiðurin.

Ársins spælari hjá monnum er Bogi Reinert-Petersen. Fuglfirðingurin, sum flutti til B36 undan kappingarbyrjan, hevur í ár gingið á odda bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin.

Ársins áskoðari er Ronnie Thomassen. Ronnie hevur stóran áhuga í øllum tí, sum fyriferst í B36, og hann er mest sum altíð við á síðulinjuni, sama um menn, kvinnur, dreingir ella gentur spæla. Eisini hevur hann sum vertur í B36 Varpinum hvønn hósdag miðla nógvar søgur um B36 til stórt gagn fyri viðhaldsfólk og fótbóltsáhugaði annars.

Til lukku við heiðrinum, tit øll!