+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Børge verður hvítur í 2026 og 2027

B36 og Børge Petersen hava seinnapartin skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárini 2026 og 2027.

23 ára gamli klaksvíkingurin skifti úr KÍ til B36 í summar, og hann hevur sum stinnur miðverji higartil verið á besta liðnum 10 ferðir.

– Eg havi kent meg væl í B36-húsinum frá fyrsta degi, og viðspælararnir og fólkini í felagnum hava tikið sera væl ímóti mær. Ambitiónirnar í B36 samsvara væl við mínar egnu ambitiónir, tí vit vilja uppaftur í toppin í føroyskum fótbólti, og eg vil fegin gera mítt fyri, at hetta fer at lukkast, sigur Børge Petersen.