
Dystarfrásøgn, 07 Vestur – B36 2-10 (2-4)
Undirritaði hevði eina lítla ætlan um, at ársins seinasti dystur bleiv ein avgreiðsluspurningur, uttan nakra serliga hending ella tað stóra av spenningi, so henda dystarfrásøgnin eisini kundi verða ein “árið sum fór” grein. Soleiðis varð ikki.
Hóast nógvar skaðar í ár, so hava vit havt tað hepni við okkum, at ongantíð hava vit mangla málverjan. Nú rakk ikki longur. Juanita mátti tíverri geva avboð, og nú stóðu vit penir og máttu finna nýggjan málverja, áðrenn upphitingin byrjaði. Katrina, ið var komin heim í heystferiu, játtaði seg til at standa fyrra hálvleik. So slapp hon at spæla fullan dyst heldur enn bert seinna hálvleik, ið annars var ætlanin.
Frammanfyri henni spældu Marin, Sonja og Beinta. Úti í síðunum Sigga Smæra og Sára. Bára og Jasmin lógu aftanfyri Sigrið á miðjuni, og í álopinum vóru Anna Maria og Ester eldra. (Eftir dystin fekk venjaratoymi gávu frá leikarunum. Í gávuni var millum annað ein t-shirt, ið allar genturnar høvdu undirskrivað. Ester hevur undirskrivað seg E. E. so hatta eyknavnið man vera í lagið)
07 Vestur legði hart út. Tær komu upp at trýsta, ið tær annars ikki eru vanar at gera. Og tað riggaði hjá teimum, tí tær komu eisini á odda beinanvegin. Eitt hornaspark bleiv skrúðað beint í málið. 1-0, men tað havi vit roynt so ofta áður. Einki uppá seg.
Eitt lítið korter seinni javnaðu vit. Jasmin, ið spældi kanska sín besta dyst í ár, fekk bóltin á brotsteigarmarkinum, og við einum góðum skoti javnaði hon til 1-1.
Tað var tætt millum málini, tí bara fimm minuttir seinni fekk 07 Vestur fríspark. Tað var hart og væl plaserað og so var 2-1 til 07 Vestur.
Tað eru marginalar, ið avgera fótbóltsdystir, tí stutt eftir málið var 07 aftur í góðari støðu, men skotið rakti stongina. So ístaðin fyri at leggja seg á odda 3-1 fingu tær eitt reytt kort. Sigrið var sloppin avstað í mótálop, men har kom ein verjuleikari flúgvandi og tók beinini undan henni. Sum heild fóru tær illa við Sigrið. Hetta var fjórða fríspark ímóti Sigrið, og dómarin hevði longu havt gula kortið á lofti eina ferð. Tað gjørdi hann aftur hesa ferð, men eftir eitt lítið prát við linjuverjan, broytti hann meining og tók reyða korti fram. Nú kom vend í dystin, tí næstu fimm minuttirnar gekk tað skjótt. Fyrst datt ein leysur bóltur fyri føturnar á Sigrið, ið javnaði til 2-2. So slapp Ester avstað frá verjuni og, sum hon er von at gera, takklaði hon bóltin í málið til 3-2. Tá var dysturin í roynd og veru avgjørdur, men okkara góvust ikki so, tí Sigrið fekk eitt afturat, áðrenn vit fóru til hálvleik.
Nú hevði Sigrið fingið tvey og lovaði hon í hálvleikinum, at hon skuldi nokk skjóta hattrick. Hon so gjørdi, tí seinni hálvleikur var einans tríggjar minuttir gamal, tá hon smekkaði bóltin oman í hornið.
Vit skuldi ikki bíða leingi eftir næsta málinum. Bára royndi seg við langskotið. Ein verjuleikari kastaði seg fyri, bólturin støkk upp í luftina og kavaði so niður í málið og upp um málverjan. 6-2, og nú var smá trupult at halda skil á støðuni.
Málið til 7-2 veit undirritaði einki um. Var farin inn eftir kaffi, og ta lítlu løtuna tað tók, skoraði Ester aftur. Uttan at vita tað, tori eg at gita meg til, at hon bleiv spæld leys og verjan megnaði ikki at fylgja við henni.
Komin út aftur við kaffi var steðgur í spælinum. Lilja, ið júst var komin inn, lá uttanfyri síðulinjuna, og ein 07 Vestur leikari var á veg av vøllinum. Sá ikki, hvat var hent, men har var ein bukla í girðingini eftir brestin.
Í hálvleikinum býttu Katrina og Beinta um pláss, og Beinta slapp eisini at royna seg í málinum. 07 fekk stáplað eitt álop saman ígjøgnum vinstru síðu, men Beinta fekk fótin á skotið og bjargaði út til horna. Tá var gleðin størri millum genturnar, enn til nakað málið vit skoraðu. Hornasparkið bleiv ikki vandamikið, og visti tú ikki betur, hevði tú trú, at Beinta altíð hevði staðið í mál, so hart hon lat øll vita, at hasin var farin.
Eliesar er vanliga ikki millum teir venjarar, ið rópar harðast, men tá ein bóltur kom innfyri til Onnu Mariu, og hon við hælinum legði hann av til Sigrið fekk hann ikki hildið sær. “Devilin steiki, hatta var gott!” lat úr honum. Spell, at Sigrið ikki skoraði tá.
Seinastu løtuna komu trý mál afturat. Bára fekk eitt afturat, Sigrið dribblaði seg framvið øll til sítt seinasta, og Lilja stútaði hegnisliga bóltin í málið.
10-2 og so var hetta kappingarárið endað við manér. Og júst sum eftir steypafinaluna var tað steypahandan, myndatøka og Underberg eftir dystin. Onkur var tó skuffaður um, at medaljur ikki verða handaðar í niðara endaspælinum. (Tað var undirritaði. Undirritaði var skuffaður ikki at fáa eina medalju afturat.) Kappingarárið 2025 er nú komið at enda. Takk fyri, at tit tíma at fylgja við kvinnunum. Hetta var bara byrjanin. Vit gleða okkum at herja á aftur næsta ár.
#RenniðGentur.