+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Jákup leggur málverjunum lag á

Jákup Højgaard hevur skrivað undir sáttmála fyri 2026. Arbeiðsuppgávan verður at venja málverjarnar hjá Betri kvinnum, umframt at vera um og skipa venjingar fyri málverjarnar í yngru deildunum hjá bæði gentum og dreingjum.

Í ár hevur hann vant málverjarnar á besta kvinnuliðnum sum partur av venjaratoyminum har.

Jákup spældi í nógv ár í B36 og var eisini á besta liðnum nakrar ferðir. Sum málverji royndi hann seg eisini í EB/Streymi, Skála, AB og grannunum HB.