+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Tobias í tvey ár afturat

Tobias Elmelund Hansen hevur skrivað undir sáttmála fyri komandi tvey kappingarárini.

20 ára gamli framherjin hevur í ár við ágrýtni og kroppstyrki vunnið sær álit á besta liðnum. Seinastu ferðirnar hevur hann verið við frá byrjan, og herfyri skeyt hann eisini síni fyrstu mál í fremstu røð.

– Eg havi skrivað undir, tí samanhaldið og umhvørvið í B36 er sera gott. Eg haldi, at hetta er rætta umhvørvið fyri meg at mennast sum spælari og persónur, og mær dámar eisini væl projektið í B36, sigur hann.

Í september fekk Elmelund eisini sínar fyrstu minuttir á U21-landsliðnum, tá Føroyar vunnu 1-0 í Luksemburg.