+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Heini hevur skrivað undir

Heini Guttesen hevur í kvøld skrivað undir sín fyrsta sáttmála við B36. Sáttmálin er galdandi fyri 2026 og 2027.

16 ára gamli miðvallarin er ein av okkara spennandi ungu spælarum, sum hava ment seg nógv í ár, heldur Jákup á Borg, ítróttastjóri.

– Heini er ein sera raskur og spennandi miðvallari, sum hevur havt ein avgerandi leiklut í, at næstbesta liðið hevur staðið seg so væl seinastu tíðina, sigur hann.

Hóskvøldið legði Heini við góðum skoti eisini næstbesta liðið á odda í dystinum ímóti NSÍ, sum B36 vann 3-2. Hann hevur eisini verið í U17-landsliðshópinum í ár.

– Eg eri sera errin av at fáa hendan møguleikan í barndómsfelagnum, og eg síggi hetta sum eitt fet í mínari menning sum yrkisspælari. Næsta stig er at royna at bíta meg fastan á besta liðið í B36, sigur Heini Guttesen.