
Í gjár fekk 15 ára gamla Sólrun Sesilia Lützen sínar fyrstu minuttir fyri besta kvinnuliðið.
Hon spældi allan dystin og stóð seg væl.
Hetta var tólvtu ferð í ár, at ein spælari fær debut í bestu deildini.
Kvinnurnar taptu 2-1 fyri Skála. Sigga Smæra Næs javnaði til 1-1, tá ið eitt gott korter var eftir at spæla, men gestirnir av Skála fingu sigursmálið løtu seinni.
B36 spælir ársins seinasta dyst fríggjakvøldið í Sørvági ímóti 07 Vestur.