
Djóni Sivertsen hevur í kvøld longt sín sáttmála við B36, so hann er galdandi til kappingarenda 2028.
Framstigini hava verið týðilig seinasta árið, og 17 ára gamli miðvallarin hevur eisini staðið seg væl tær ferðirnar hann hevur verið við á besta liðnum.
– Eg eri sera fegin um og errin av at skriva undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið, og eg gleði meg til at hjálpa felagnum upp aftur í toppin í føroyskum fótbólti, sigur Djóni Sivertsen.
Jákup á Borg, sum er ítróttastjóri í B36, sigur, at Djóni er ein ungur og spennandi spælari, sum leggur nógv fyri.
– Djóni er ein sera evnaríkur, orkuríkur og gløggur miðvallari, sum hevur arbeitt hart og miðvíst í longri tíð. Á vøllinum er hann framskygdur og dugir væl at flyta seg, og tað ger, at hann kann røkja ymsar uppgávur sum miðvallari, sigur ítróttastjórin í B36.
Djóni Sivertsen, sum hevur verið liðskipari á U17-landsliðnum, hevur higartil verið 12 ferðir við á besta liðnum.
