+298 311936 B36@B36.fo
#VitEruB36

Tá gullið kom í B36-húsið

Dystarfrásøgn, FC Hoyvík – B36 0-2 (0-0)

“Tú spælir ikki eina steypafinalu. Tú vinnur eina steypafinalu.”

Dagurin byrjaði við at felagið bjóðaði morgunmat í húsinum. Lagið var gott og at síggja til var tað ikki nakað, ið nervaði genturnar, at tær skuldi spæla eina steypafinalu um fáar tímar. Vit høvdu jú vunnið allar dystirnar móti FC Hoyvík í ár, hví skuldi hesin so vera nakað øðrvísi? Taktikkurin var tann sami, sum fyri eini viku síðani uppi í Hoyvík. Spæli við toli, so fara málini at koma. Tó vóru onkrar broytingar í mun til seinasta dyst. Ester eldra (undirritaði hevur ikki spurt seg fyri, hvussu tann bert 21 ára gamla Ester hevur tað við at verða rópt hin eldra.) hevði ørindi uttanlands hetta vikuskifti og var tí ikki við. Eir kom inn fyri hana, og Ester yngra kom inn fyri Súnu.

Juanita vardi málið. Marin, Sonja og Elsa Anna í miðverjuni. Sára og Ester yngra á hvør sínum vongbakki. Eir, Bára og Jasmin á miðjuni og so Sigrið og Anna Maria uppi í álopinum.

Fyrstu løtuna lupu hoyvíkingar hvøkk á okkum. Tær komu upp á vøllin at trýsta, sum tær annars ikki eru vanar at gera. Hetta skakkaði okkara nakað, og fingu vit tí ikki spælið at koyra serliga væl. Fyrstu 25 minuttirnir var ikki tað nógva fótbóltspælið og sum heild var dysturin rokaligur.

Hetta passaði FC Hoyvík betri, og vóru tað eisini tær, ið vóru tættast við at skora í fyrra hálvleiki. Vit góvu teimum eitt býtt fríspark nakað frammanfyri miðjuna. Tað bleiv sparkað høgt innfyri, og bólturin skallaður móti málinum, men Juanita var kvik sum køtturin at tveita seg niður til vinstru og bjarga út til horna. Vandin var ikki heilt av, tí ein hoyvíkingur var hægst eftir hornasparkið, men tíbetur fór skallarin upp um.

Nú vaknaðu vit og byrjaðu at spæla. Vit kláraðu at trýsta FC Hoyvík aftur á vøllin, men tær vardu væl fyri, so vit máttu royna okkum við langskotum. Eir skeyt beint upp um, tá hon slapp at standa frí á hálvmánanum, og eitt fríspark frá Sigrið brast í stongina. Tættari komu vit kortini ikki, so tað var málleyst í hálvleikinum.

Eina broyting gjørdu vit í hálvleikinum. Ásalea bleiv skift inn í álopi, og tað gjørdi mun beinanvegin. Bert fáir minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá ein góður leikur millum Sigrið og Ásaleu endaði við at Sigrið lyfti bóltin upp um verjuna, har Ásalea var farin rennandi. Verjuleikarin kundi ikki annað enn at toga hana í armin, og so ivaðust vit ikki í at nú var brotspark. Men vit hoyrdu onga floytu.

Tað var skjótt gloymt aftur, tí lítla løtu seinni lá bólturin í málinum til 1-0. “Takkað verið frekum, tøttum dribblingum frá Ásaleu”, sum Niels Petersen frá Televarpinum tók til, kundi Ásalea stinga bóltin inn um verjuna til Sigrið, ið bardi seg leysa frá bæði verjuni og málverja og so var 1-0.

10 minuttir seinni fekk Eir bóltin á miðjuni. Hon fann ikki nakran frían viðleikara, so hon seti fyrsta hoyvíkingin av. So tann næsta, tann triðja, tann fjórða og tann fimta, og tá fann og Siggu Smæra leysa út í vinstru. Tá Sigga Smæra hugdi upp fyri at finna onkra at leggja innfyri til bleiv hon runnin um koll og hesa ferðina bríkslaði dómarin. Her er onkuntíð nevnt, at okkurt brotspark hjá Sigrið ikki hevur verið so gott, men hetta var eitt av teimum heilt góðu. Málverjan fór rætta vegin, men var ikki nær við at taka straffið. 2-0 og hvussu Eir dribblaði 5 leikarar av verður seint gloymt!

Løtu seinni kundi vit havt avgjørt dystin. Ein bóltur dettur leysur í brotsteiginum, har er Ester, men hon rakar stongina. Eftir hetta komu hoyvíkingar væl í dystin aftur. Verjan hjá okkum stóð tó heilt væl. Í luftspælinum var FC Hoyvík sterkari enn vit. So hjá verjuni var umráðandi at ikki geva teimum nakað hornaspark. Allan seinni hálvleik fingu tær einans tvey. Tað fyrra var nakað kaotiskt í feltinum, men endaði við, at Elsa Anna ruddaði bóltin langt vekk. Tað seinna bleiv sparkað høgt og tætt at málinum. Sum ein torn stóð Juanita upp úr mannamúgvuni og loftaði bóltinum.

FC Hoyvík bleiv við at trýsta, fyrst fór ein fluktari upp um og løtu seinni kiksaði í verjuni hjá okkum, og ein hoyvíkingur slapp at renna leys móti málinum, men Marin elti hana allan vegin og kláraði at verja fyri. Tættari nakað mál kom hvørgan av liðunum, so tað endaði 2-0 til okkum.

Áðrenn dystin bleiv gjørt av, at um vit vunnu so skuldi Kristina og Vivian, ið hava verið liðleiðarar (og stjórar) á Betri liðnum hjá kvinnum í nógv ár nú, verða tær fyrstu at lyfta steypið. Steypið bleiv lyft, myndir tiknar, og so var tað Underberg, cider og Sisu fyri rest henda frálíka leygardag.

Kappingarárið er kortini ikki liðugt enn. Tveir dystir eru eftir í landskappingini. Komandi sunnudag kemur Skála ÍF á vitjan í Gundadali.

#RenniðGentur