
Seinastu vikurnar hevur miðverjin Børge Petersen verið fastur í miðverjuni hjá besta mansliðnum. Í summar flutti hann úr Klaksvík til B36. Ein øðrvísi avbjóðing hjá 23 ára klaksvíkinginum, sum frammanundan bara hevði spælt í barndómsfelagnum.
– Tíðin í B36 hevur verið góð. Eg eri væl móttikin av liðfeløgum, venjaratoyminum og øllum teimum, sum eru rundan um felagið. Tað ger, at tað er lættari at finna seg til rættis. Eg merki eisini, at samanhaldið í felagnum er nakað heilt serligt, sum eg eri bæði glaður og errin av at vera ein partur av, sigur hann.
Seinnapartin spæla Børge og liðfelagarnir umráðandi dyst í Gundadali. Vinna teir á Víkingi eru teir á fjórða plássi, sum kann – treytað av úrslitinum í steypafinaluni – geva atgongumerki til Evropa næsta ár.
– Eg rokni við einum spennandi og undirhaldandi dysti. Vit eru greiðir yvir, at skulu vit vinna dystin, so skulu vit m.a. arbeiða harðari og renna meira enn mótstøðuliðið, og tað eru vit fyrireikaðir til, sigur hann.
B36 og Víkingur hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst fyrr í ár. B36 vann 1-0 í Gundadali, og Víkingur vann 4-2 í Sarpugerði.
Børge dylir ikki fyri, at góðul stuðul frá áskoðaraplássunum hevur týdning í dystum sum hesum.
– Stuðul hevur sera stóran týdning, tí hann gevur eitt skump og eyka orku, sum ofta skal til fyri at vinna dystir sum hesar, heldur hann.
